Sambært ST reglum er Pfizer sproytan "Eitt lívfrøðiligt vápn"!

Her er søgan upp til illgerðina!

Dr. McCullough í ES tinginum - Gevist at Covid koppseta!

Vit ynskja at verða hoyrd!

Tín søga hevur alstóran týdning!

Tey sum hava biðið um at fáa loyvi til at verja okkum, og taka hond um tey sjúku, gjørdu júst tað øvugta, nú tá á stóð! Ivaleyst hevur tú tað eins og Retsef Levi, "Eg lat meg 'koppseta', og angri tað hvønn dag"! - men tað tænir ikki børnum og barnabørnum okkara, um vit sópa tað undir gólvteppið, og fara víðari, har eingin verður ábyrgdaður fyri atgerðina!

Júst sum fluktbilisturin, eru tey við ábyrgd rýmd av vanlukku-staðnum!


VIT Í FØROYUM YNSKJA EISINI AT VERÐA HOYRD!

Covid-19 kunningin og framd átøk, nú lýst sum tilmælir av Løgmansskrivstovuni, vóru á ongan hátt grundfest í vísindi, enn minni í reinum skilvísi, og mannarættindum hjá tí einstaka, men bygdi hinvegin á hugmóð, vísindaliga líkasælu, og manglandi vitan, har úrslitið gjørdist, ófullfíggjað-, villeiðandi- og ósonn kunningin!


Ræðandi úrslitið gjørdist, at 76% av tjóðini varð mRNA íleguviðgjørd, við eitrandi Spike proteinum, eitrandi Lipid nanobitlum, uttan at tey, við ábyrgd, høvdu hóming av hvat tey tókust við, og hvør avleiðingin vildi gerast!


Skal tílík atgerð ikki endurtaka seg, er neyðugt at tín søga verður "meitlað í basalt", løgd fram í rættinum, so lívslangt endurgjald verður givið fyri illgerðina, tá útlitini eru fult og heilt ókend, - tó nervafrøðiligu langtíðarárinini eru mett sera ófrættakend!

ÁVARINGAR KOMU FRÁ FREMSTU SERFRØÐINI!

- tó, útihýst av Heilsuverkinum, politisku skipanini, og KVF!


Hvat enn liggur aftanfyri Covid-19 alheimsfarsóttina, og leiklutin hjá teimum mongu virkandi, sum hava stýrt tilgongdini, so er ivasamt um vit nakrantíð fáa fulla sannleikan lýstan.


SARS-CoV-2 virusið, við sínum mongu variantum, hevur verið her og vitjað, og gjørt um seg. Sambært fremstu serfrøðina Luc Montagnier og Geert Vanden Bossche, so liggja vit í stilli, áðrenn ódnin brestur á av álvara, tá Heilsuverkið hevur "koppsett" okkum út í óføri!


Høvuðsorsøkina siga Luc og Geert vera, at tey sum tóku á seg ábyrgdina at stýra hesari, ikki høvdu neyðuga førleikan!


Úrslitið síggja vit partvíst í dag, men langtíðarútlitini eru alt annað enn hugalig. Heilsuverkið hevur framt revsuverdan atburð, sett í verk av politisku skipanini!


Álvarsomu mistøkini er tvíbýtt:

  1. At framd er "hópkoppseting" undir einari alheims-farsótt.
    1. Er lýst aðrastaðir á Hippocrates.fo, av Luc Montagnier og Geert Vanden Bossche, hví hetta undir ongum umstøðum má fara fram!
    2. Her er talan um eitt sera álvarsamt mistak, sum hevur kostað mannalív, og har útlitini eru ræðandi, sambært fremstu serfrøðini. Eitt mistak sum ikki skal koma fyri!
    3. Sí "Stilli áðrenn ódn"!
  2. At framd er "koppseting", har nýtt er óroynd mRNA íleguviðgerðartøkni.
    1. Allar trygdarforskriftir, í sambandi við nýtslu av íleguviðgerð á menniskju, eru brotnar! Er lýst aðrastaðir á Hippocrates.fo, sí CCCA!
    2. Seinastu 20 árini eru royndir framdar á djór, uttan at nøkur av hesum hevur eydnast!
    3. Heilsuverkið hevur brotið allar trygdarforskriftir, sum hevur kostað mannalív, umframt at mong eru skadd, og enn fleiri eru vorin sjúk. Føroyska tjóðin hevur tískil luttikið í einum hjartanemandi royndar-átaki!
    4. Eingin, hvørki Heilsuverkið politiska skipanin, ella almenna KVF, tekur tey deyðu, avvarðandi til tey deyðu, tey skaddu ella tey sjúku uppá tungu, tó fleiri hava tørv á skjótari hjálp!
    5. Ein blandingur av "hópkoppseting", undir alheimsfarsóttini, og nýtslan av ræðandi vandamiklu mRNA íleguviðgerðini, økir fleirfaldað um møguleikan fyri vandastøðum!
    6. Fleiri skerpandi læknafakligir feilir eru framdir, har hvørki Heilsuverkið, politiska skipanin, ella almenna KVF, hava stillað sjálvsøgdu og neyðugu spurningarnar! Røkti KVF sínar skyldur, hevði Heilsuverkið verið steðgað í sínari atgerð, áðrenn barnakonur og bróstakonur, somuleiðis børn og ung vóru drigin inn í skilaleysa royndarátakið!


VIT YNSKJA EISINI AT VERÐA HOYRD!

Sí eisini: vaxtestimonies.org/en    -     realnotrare.com

TÍN SØGA

Ynskir tú at skriva tína Covid-19 søgu, so send hana til hippocrates.fo@gmail.com!


Ynskir tú neyvari kunning, ella hjálp at skriva søguna, so skriva ella ring á 910025 Mourits M. Joensen.

SKRÁSET TÍTT HJÁÁRIN

Til ber hjá føroyingum at skráseta

hjáárin á VaxxTracker!

SAKARMÁL ÁVEGIS

Deyðatøgn um koppsettu mammuna!

Deyðatøgn um koppsetta barnið og unglingin!

mRNA íleguviðgerðin, var ongantíð

"Trygg og Virkin", men hinvegin

Vandamikil og Skaðilig!