HEILSUVERKIÐ HEVUR KOPPSETT OKKUM INN Í EINA KOMANDI COVID ÓDN!

”Til ber ikki at goyma burtur vísindi, sum náttúran, ørvill, ynskir at leggja á blik. Samfeløg, har fjøldin er koppsett, verða tikin á bóli. Einki var einfaldari at spáa um, enn skaðan sum vildi standast av at framd varð Covid-19 hópkoppseting undir einari alheimsfarsótt!

Fávitska og stórlæti hjá teimum sum stillaðu seg fremst at mynda almannahugsanina, og við teimum, tey sum skuldu taka avgerðir á økinum, eru høvuðsorsøkin til hetta risastóra mistak. Felagsskapir, stovnar og ídnaður, við manglandi vitan um hetta sera torgreidda øki, hava broytt eina natúrliga virala farsótt til eina vanlukkuliga immunflýggjan"!

Geert Vanden Bossche, Serfrøði innan virologi og vaccinologi. Gransking innan koppingarevni, har nýttar verða náttúruskaptar drepara kyknur

Nobel heiðurskrýndi Professarin Luc Montagnier (1932-2022)

Montagnier hevur somuleiðis lýst heilsufrøðiliga mistakið, at hópkoppseta undir einari alheimsfarsótt, og stuðlar fult og heilt Geert Vanden Bossche í sínari níðurstøðu omanfyri. Hann sigur soleiðis:

”Tað er ikki til at skilja, at tað verður hópkoppsett undir einari alheimsfarsótt. Epidemilogar vita at tað gert tú ikki!  Søgubøkurnar koma at lýsa ógvusliga mistakið! Talan er um eitt vísindaligt mistak, eitt læknafrøðiligt mistak, eitt mistak sum ikki kan góðtakast! Koppsetingin mennir nýggj virusfrábrygdi sum hava ment mótstøðuføri ímóti koppingarevninum. Vit síggja tað í øllum londum har koppset verður, at kurvarnar fyri koppseting og deyða fylgjast!”

GEERT VANDEN BOSSCHE BOÐAR FRÁ ÓGVUSLIGARI COVID ÓDN

NÚ FRÁBRYGDIÐ JN.1+ TEKUR LAND!

Geert Vanden Bossche

Ikki Heilsuverkið, men

JN.1+ fær síðsta orðið!

AMISH FÓLKIÐ VERÐUR IKKI KOPPSETT


EINGIN KOPPSETING AV BØRNUM

TÍSKIL EINGIN AUTISMA MILLUM BØRN


Amish fólkið, sum tekur frástøðu frá atburðinum MSM, Big Tech og Big Pharma, leggur fyri dagin, settu eingi avmarkandi Covid átøk í verk, og høvdu longu ment fjøldmótstøðuføri í mai mánað 2021. Tey duga ikki at vísa á nakran sum er deyður av farsóttini! Tey dragast heldur ikki við tær mongu sjúkur, hvørki vaksin ella børn, sum annars heldur lív í bróðurpartinum av Heilsuverkinum herheima!


Børnini hava ikki tær mongu autismukendu sjúkur, so sum OCD, ADHD, epilepsi, hugtyngd, etingarólag,... Robert F. Kennedy 


Muturdálkaði heilivágsídnaðurin, við hjálp frá eftirlitsstovnum, fíggjaðir við blóðpeningi frá heilivágsídnaðinum, er bulurin í Heilsu-verkinum, - og er heilsustøðan hareftir!

ALT COVID TÍÐARSKEIÐIÐ HEVUR ÓHEFTA VÍSINDIN MÆLT TIL

TRYGGA OG ROYNDA SJÚKU FYRIBYRGING OG -VIÐGERÐ!

Heldur enn eitrandi og sera vandamikla eksperimenterandi íleguviðgerð, hevur óhefta vísindin mælt til trygga og roynda viðgerð, við Nobel krýndum heilivági, uttan hjáárin als. Hon hevur á ábyrgdarleysan og revsuverdan hátt verið útihýst av Heilsuverkinum, tó milliónir hava nýtt hesa við framúr góðum úrsliti. Hon verður somuleiðis mett sum rætta loysnin til verju ímóti krímsjúku, heldur enn verandi krímkoppseting. Fremst av øllum, hon er uttan hjáárin, - yvirhøvur!


Sí her hvussu einfalt CCCA (700 læknar  +) roynda protokollin tekur hond um borgaran, eftir leiðregluni:

"Fyrst og fremst, ger ongum skaða!" 

Trýst á vegleiðingina

Bossche lýsir hvør er  í vandabólki

- og hvat hann sær koma!


Hoyr Bossche lýsa hvør er

í vandabólki og hvat hann sær koma!

Geert Vanden Bossche, var alment úti, heilt frá byrjan av farsóttini, og ávaraði um ikki at hópkoppseta undir einari alheimsfarsótt.


Somuleiðis vendi hann sær beinleiðis til WHO, við somu áheitan, og lýsing av vandanum knýtt at hesum.


Tað er tí av størsta týdningi at gera vart við, at Bossche hevur, til dagin í dag, havt púra rætt, rakt spot-on, í øllum sínum forsøgnum! Tað er tískil ábyrgdarleyst ikki at taka boðskap hansara í størsta álvara!


Nobel krýndi Luc Montagnier var somuleiðis úti við sama boðskapi, sum lýst við harmaljóði omanfyri: "Søgubøkurnar koma at lýsa ógvusliga mistakið, eitt læknafrøðiligt mistak, eitt mistak sum ikki kann góðtakast"! 


Tað verður staðfest, at allir epidemilogar eru vitandi um vandan, umframt at hetta er lýst í lærubókum. Tó fremur Heilsuverkið átakið! - hví? Sí GVB-1!

Orsøkin

Partur av orsøkini er hon, at ein undir ongum umstøðum má fremja fjøldkoppseting, tá smittan gongur:

  • eitt tílík skilaleyst, og sera ábyrgdarleyst átak, vil beina fyri møguleikanum at menna fjøld-immunitet, sí GVB 1, og vil leggja ógvusligt trýst á virusið, sum vil menna nýggj úrbregði (mutera), sum eru før fyri at snúgva sær undan teimum andevnum koppsetingin fær immunverjuskipanina at menna, og vil soleiðis økja munandi um møguleikan fyri álvarsomum vandastøðum!


Annars, so er galdandi:

  • at tað ikki er ráðiligt at "koppseta" tey sum hava havt smittuna, við- ella uttan sjúkueyðkenni, og hava ment nevtraliserandi andevnir, tá tað órógvar immunverjuskipanina, fyri ikki at tosa um teir skaðar Lipid nanobitlarnir fremja!
  • at andevnir, ment við nátúrligari smittu, eru áleið 13 ferðir sterkari, enn tey andevnir koppingar-evnið er ført fyri at menna! Sí GVB-7


Tað er somuleiðis alment kent í granskingarumhvørvi, at roynt hevur verið síðan 1990 at menna koppingarevni, sum verju ímóti Corona virus. Hetta er ongantíð eydnast, tá Corona virus sýnist hava "óavmarkaðaðar" eginleikar at snúgva sær undan, mutera við høgum snarleika. Ein ørgrynna av frágreiðinum hava staðfest, at tað er ikki gjørligt: Sí Her 7:30 til 9:40!


Hví so fremja eitt átak sum á allan hátt er dømt til at miseydnast? Sí GVB-8 og GVB-9

Hvør er í vandabólki?

Í kvikmyndabrotinum omanfyri, bólkar Bossche tey "ikki koppsettu og tey koppsettu" í 4 bólkar, har hann lýsir hvør er í hvørjum bólki, og hvør er í vandastøðu.


Týdningarmikli spurningurin í metingini, so sum Bossche lýsir hesa, er hvør hevur verið sjúkur við Corona, ella smittaður/"sjúkur" uttan sjúkueyðkenni, áðrenn ein er vorin koppsettur.


Skal ein menna sterk nevtraliserandi andevnir, er av týdningi at ein hevur verið sjúkur/smittaður áðrenn Covid koppseting. Jú longur tíð ein hevur bíða við koppsetingini, tá farsóttin gekk, størri er møguleikin fyri at ein hevur møtt teimum mongu Corona virus variantunum, sum tískil mest sannlýkt hevur við sær, at ein hevur ment sterk nevtraliserandi andevnir. Við tílíkum andevnum vil immunverjan vera før fyri at berja niður eitt komandi Corona virus álop, tó ein seinni er koppsettur fleiri ferðir. Tó, eingin eigur at verða koppsettur eftir sjúku. Tað er sjálvsagt skilaleyst!


Fortreytir: Lýsingin niðanfyri, av teimum fýra bólkunum, er litað av, at Bossche ikki kann viðgerða stóru spjaðingina í dygd av koppingarevni fyri hvørt batchnr. Somuleiðis stóru spjaðingina av minni og størri álvarsomum hjáárinum, sum í sjálvum sær kunnu gerast ein avbjóðing, umframt ein komandi Covid sjúka. Sí neyvari lýsing á síðuni Pfizer batck - Hagtøl.


Tískil eru bólkarnir niðanfyri við støði í hesum: 1) at ein ikki stríðist við álvarsama sjúku, har immunverjan er sera avmarkað! 2) at ein ikki hevur avbjóðingar av hjáárinum frá koppsetingini! 3) at koppsetingin ikki hevur framt skaða á immunverjuskipanina.

Foreldur at koppsettum børnum, sí síðuna Børn og Spike aveitran!


  • Bólkur 1: Ikki koppsett: Tey hava møtt, mest sannlíkt, flest øllum Corona virus variantum sum hava ferðast á okkara leiðum, og hava ment sterk nevtraliserandi andevnir. Eru ikki í vandabólki! Sí GVB-3 og GVB-7!
    • Leiðbeining: Fyri at minka um load/nøgd av virus í andaleiðini, og fyri at avmarka smittu, er skilagott at fylgja vegleiðingini hjá CCCA - Prevention & Early Treatment for Covid-19, sum 1) fyribyrgjandi áðrenn smittu, og 2) í sambandi við Covid sjúku.
    • Sí síðuna Spike aveitran og vegleiðing um hvussu ein styrkir immunverjuskipanina

                (Eftir avtalu við egnan lækna!)


  • Bólkur 2: Bert ein koppseting: Við støði í fortreytunum omanfyri. Eru ikki í vandabólki! Sí Bólkur 1!


  • Bólkur 3: Tvær ella fleiri koppsetingar, men hava verið Covid sjúk/smittaði áðrenn koppseting: Við støði í fortreytunum omanfyri. Eru ikki í vandabólki! Sí Bólkur 1!


  • Bólkur 4: Tvær ella fleiri koppsetingar áðrenn Covid sjúku/smittu: Koppsetingin mennir andevnir sum eru ikki-nevtraliserandi, sum er ein bági fyri immunverjuskipanina at fara til verka. Tey í Bólki 4 eru í vandabólki, og hava stóran tørv á munadyggum antiviralum heilivági! Sí GVB-9 og GVB-10!
    • Leiðbeining: Fyri at minka um load/nøgd av virus í andaleiðini, og fyri at avmarka smittu, er skilagott at fylgja vegleiðingini hjá CCCA - Prevention & Early Treatment for Covid-19, sum 1) fyribyrgjandi áðrenn smittu, og 2) í sambandi við Covid sjúku.
    • Sí síðuna Spike aveitran og vegleiðing um hvussu ein styrkir immunverjuskipanina

                (Eftir avtalu við egnan lækna!)

Álvarsama avbjóðingin við atkomu til munadyggan antiviralan heilivág í Føroyum

Far til síðuna Ivermectin og kunna teg um hvat fremsta serfrøðin mælir til, sum bestu antiviralu viðgerð, í sambandi við Covid smittu! 


Far somuleiðis til síðuna Leinkjur har tú finnur størri bólkar av læknum, sum taka frástøðu frá Covid koppsetingini (mRNA íleguviðgerðini). Hesir peika allir í stóran mun á somu protokollir, har Ivermectin og Hydroxychloroquine, saman við C- og D vitaminum og Zink, verður nýtt! Sí eisini síðuna Spike aveitran! (Eftir avtalu við egnan lækna!) 


Niðurstøðan hjá Kommunulæknaskipanini, til protokollirnar lýstar omanfyri, er ein ófrættakend søga í sjálvum sær! Sí Svar frá kommunulækna!

Ávaring til Barnakonu og Bróstakonu

Far til síðurnar Barnakona og Børn og kunna teg um stóru vandarna knýttir eru at mRNA íleguviðgerðini, lýst av fremstu óheftu serfrøðini!


Her er kunning dagfest 15. august 2023 frá óhefta Epoch Health, sum greinar kunning frá muturspilta NIH  (National Institutes of Helth) um barnakonur og nýfødd. Nýt "Google translate" um enskt er ein avbjóðing!

Politiska ábyrgdin

Myndin Bossche lýsir fyri okkum omanfyri, er við støði í hesum, at livimátin er góður. Hann hevur ivaleyst tikið støðu til ikki at skapa ræðslu. Aðrar framløgur á síðuni Gott GVB tilfar, lýsa álvarsamar støður sum kunnu íkoma.


Politiskt ber ikki til, at lata Heilsuverkið ganga plankan út. Til ber ikki at látast sum um livimátin hjá øllum er góður, og at koppsetingin ikki hevur verið til nakran bága. Sí framløgurnar hjá Dr. John Campbell á síðuni Heim! Politiskt er ábyrgdarleyst at sita kúrrur og vóna tað besta, tá vit síggja ógvusligu avleiðingarnar, kring allan knøttin, har hópkoppseting er framd. Hjá okkum, har 76% av 54.200 = 41.192 borgarum eru koppsettir, er heilsustøðan  ókend!


Somuleiðis fylgir Heilsuverkið skilaleysum, møguliga revsuverdum, vegleiðingum, har fremsti munadyggi antivirali heilivágurin er bannaður, har kommunulæknaskipanin noktar at útflýggja hendan! Sí síðuna Ivermectin! Óskilið í Heilsuverkinum kring nýtslu av antiviralum heilivági, til nýtslu við fyribyrging og Covid sjúku, hevur politiska skipanin  ábygd av at fáa loyst, áðrenn ódnin brestur á! Tað er somuleiðis átrokandi neyðugt, hevur bráðskund, nú stórt trot er á heilivági í øllum vesturheiminum, beinleiðis knýtt at Covid koppsetingini. Sí síðuna Pfizer batch - Hagtøl, undir yvirskriftini "Lægemiddelstyrelsen og trot á heilivági"!

Allir 10 partar savnaðir:

Til ber ikki at goyma burtur vísindi, sum náttúran, ørvill, ynskir at leggja á blik. Samfeløg, har fjøldin er koppsett, verða tikin á bóli. Einki var einfaldari at spáa um, enn skaðan sum vildi standast av at framd varð Covid-19 hópkopp-seting undir einari alheimsfarsótt!

1: How mRNA Vaccines and Vaccine Break-through Infections Drive Viral Immune Escape Dynamics

The development of herd immunity to COVID-19 has been hindered by mRNA vaccines and vaccine breakthrough infections of new Omicron variants. Instead, highly vaccinated populations are exerting herd immune pressure on viral infectiousness.

2: Only Trained Cellular Innate Immunity Yields Durable Protection During An Immune Escape Pandemic

During a pandemic of an acute self-limiting viral infection, the best way to protect ourselves is not through vaccination but through training of our innate immune system. Training our body's innate immunity is the best way to guard against potentially highly virulent SARS-CoV-2 variants.

3: Is Covid Vaccine Protection Durable?

People who have been vaccinated against COVID-19 are still benefiting from protection against severe illness, but relying solely on weak and short-lived antibodies means that protection is suboptimal and only temporary. Re-exposure to the virus or a vaccine booster may initially sustain protection, but not without increasing immune selection pressure on viral pathogenicity.

4: Is the Covid-19 Pandemic Calming Down?

Currently, the absence of high hospitalization and mortality rates due to COVID-19 might create a false sense of security. However, ongoing evolutionary dynamics of the virus pose an imminent threat to vaccinated individuals in highly vaccinated countries.


5: The Insidiousness of Reduced Pathogenicity in Covid-19

Don't be fooled into thinking that a decrease in the pathogenicity of the virus means we have achieved herd immunity and only need to bother about an annual update, as in the case of seasonal flu vaccines. The reduced pathogenicity we are seeing is due to the protective effect of a new brand of non-neutralizing antibodies.

6: Omicron Causes Enhanced Large-Scale Immune Escape Dynamics

The advent of Omicron caused viral immune escape dynamics to reach a point of no return, transforming the immune escape pandemic into an 'inescapable' self-catalyzing chain of enhanced immune escape, instead of driving it into endemicity.

7: Trained-Cell-Based Innate Immunity: How It Protects the Unvaccinated from Covid19 Escape Variants

Trained-cell-based innate immunity provides strong sterilizing immunity, so unvaccinated people are not to blame for natural immune selection and dominant propagation of continuously evolving COVID-19 immune escape variants.

8: Breakthrough Infections Via Diminished Neutralizing Capacity of Vaccine-Induced Antibodies

Mass vaccination generated an immune escape landscape where vaccine breakthrough infections enabled Omicron to resist the neutralizing capacity of antibodies, leading to an overall weakened immune response, thereby further enhancing viral immune escape.

9: Breaking the Blockade: SARS-CoV-2 Adapting to Vaccine Immunity

With more people getting vaccinated against COVID-19, it is important to know that the virus more readily adapts, selecting variants capable of breaking through suboptimal vaccine-mediated immune pressure.

10: Risks of mRNA Covid-19 Vaccines: Impact on Individual and Public Health

mRNA-based Covid-19 vaccines are considered problematic from both an individual and public health perspective due to their ability to shift the focus of the immune response to poorly immunogenic domains of spike protein. However, individuals who have received a single dose of an mRNA-based COVID-19 vaccine or a maximum of two doses of a non-mRNA vaccine, and subsequently experience a symptomatic breakthrough infection, are believed to retain the ability to train the broadly protective capacity of their cell-based innate immune system.

unsplash