Størsti fíggindin til kunnleika er ikki fáfongd, men hinvegin gyklið um, at ein heldur seg vita! Stephen Hawking
Ivermectin ella Remdesivir?
Hví nýtir Heilsuverkið Remdesivir í Covid viðgerðini, tá Ivermectin er ein munandi betur heilsufrøðilig og fíggjarlig loysn?
Fremsta serfrøðin mælir til at nýta Ivermectin sum antiviralan heilivág. Tryggasti heilivágur sum er tøkur, uttan hjáárin, við 35 ára royndum, og Nobel heiðurskrýndur.
Tað hevur tó eydnast Big Pharma, umvegis FDA, at seta Ivermectin í sera ringt ljós. Álagt hevur verið í USA at nýta Remdesivir.
Orsøkin er stóri vinningurin fyri Big Pharma. Við nýtslu av Remdesivir ($3.120), heldur enn Ivermectin ($1), øktist vinningurin, og talið á Covid deyðum. Metta deyðstalið, orsaka av manglandi antiviralari viðgerð, er áleið 700.000 í USA, sum fult tilvitað skuldi ræða fólkið, og rættvísgera nýtsluna av Covid koppingar-gullegginum!
Ivermectin var soleiðis ein háttan, tá heilivágurin hevði forðað fyri møguleikanum at søkja um undantaksloyvi (EUA-góðkenning) til nýtslu av Covid koppingarevninum!
Remdesivir kann geva nýraskaða, og eru fráboðanir frá heilsustarvsfólki í USA, at sjúklingar eru deyðir av Remdesivir viðgerðini!
Tó nýtt í verandi protokol í Heilsuverkinum!
IVERMECTIN and CHLORINE DIOXIDE Testimonial - Alberta Health Services almost killed her daughter with Remdesivir - now, sick again, she recovered without risking AHS hospitals
FDA (Skal eitast at vera okkara fremsti eftirlitsstovnur) urges people to stop taking Ivermectin to treat COVID-19!
Ivermectin for COVID-19 Linked to Severe Toxicity in Small Study!
Ivermectin, condemned by experts as COVID-19 treatment!
From a nurse in an intensive care unit (ICU)
I will forever have nightmares of working in ICU during covid while talking to families who wanted the Ivermectin treatment only for our doctors to refuse. One particular time I begged our intensivist to at least try it since the patient was not responding to our treatments. He refused. He told me he was aware of the treatment but was not allowed to order it. He looked dejected and aggravated but firm. I cried. The family cried. The patient died.
Ivermectin protokollin skuldi verið nýtt!
- tá hon tekur hond um sjúklingin!
mRNA íleguviðgerðin tekur yvirskipað hond um úrtøkuna av íløguna hjá Big Pharma!
Dr. Pierre Kory
FLCCCA
Eins og Robert F. Kennedy lysir omanfyri, greinar Kory her neyvari, hvussu tað hevur eydnast "okkara egnu" eftirlitsstovnum, í samstarvi við Big Pharma, við góðari hjálp frá fjølmiðlum, at bera fram ósannindir, um dygdina av Ivermectin, sum annars er tryggasti og virknasti antivirali heilivágur til viðgerð av Covid-19 smyttu, umframt at hesin er uttan hjáárin!
Alt við tí fyri eyga, at fora fyri, at hesin undrunarverdi Nobelprískrýndi heilivágur skuldi gerast ein fótongul fyri, ørandi stóru inntøkunum, Bið Pharma hevði í eygsjón, við søluni av ræðandi vandamikla mRNA ílegueitrinum!
Dr. Karen DeVore
Eg havi virkað sum lækni í fleiri enn 30 ár, og havi nýtt Ivermectin og HCQ øll árini. Hetta var heilivágur sum læknar um allan heim høvdu sera góðar royndir við. Við eitt boðar FDA frá at heilivágurin er til hestar. Læknar fingu ikki loyvi til at útflýggja hann.
Boðini til sjúklingin var, far heim. Fært tú ikki anda og gerst bláður í høvdinum, far so á skaðastovuna og tú fært Remdesivir og kemur í respirator.
Hvussu nógvar sjúklingar kundu vit ikki havt bjargað, fingu vit loyvi til at nýta Ivermectin, saman við vitamin C og D?
Fraud In the NIH Sponsored ACTIV-6 Study of Ivermectin
TOGETHER from Canada was run by Bill Gates’ chief trial designer, Dr. Edward Mills. Vaccine maven, Bill Gates, went to great lengths to hide its funding by the Bill and Melinda Gates Foundation and did his best to see that Ivermectin showed no benefit.Read all about it. Gates also was the principal funder of Unitaid which got researcher, Dr. Andrew Hill to falsify his preprint on Ivermectin’s efficacy. His admission was video recorded by Dr. Tess Lawrie and appears in the movie, The Real Anthony Fauci.
Dr. John Campbell - FDA and Ivermectin
FDA hevur nú, sum úrslit av rættarsak viðurkent, at læknar kunnu nýta Ivermectin sum antiviralan heilivág.
Nú er, sum myndin vísir, met stóri vinningurin komin til høldar. Menniskjaligi kostnaðurin hevur tó verið ógvusligur. 700.000 fólk mistu lívið, fyrstu tíðuna, vegna manglandi antivirala viðgerð.
Um hetta fer ávirkan herheima hjá okkum, har sjúklingar somuleiðis hava ligið í andaneyð á hotel, uttan antiviralan heilivág, vil tíðin vísa, tó kommunu-læknaskipanin forar framvegis fyri nýtslu av best egnaða heilivágnum, sum verju ímóti Covid smittu, og viðgerð við Covid sjúku, so hendan gerst so mild sum til ber!
Dr. John Campbell
Hví er kunningin ikki í fjølmiðlunum? Hví verður ikki tosað um hetta? Talan er um at minka um møguleikan fyri deyða við 70%!
Úrslitið er so ómetaliga gott! Talan er um eina stóra gølu, ikki at bera hetta fram. Tað sýnist mest av øllum, sum um alt er gjørt fyri at dylja dygdina við Ivermectin!
Dr. Paul Marik
Paul, við 35 ára royndum sum lækni, har hann hevur tikið hond um 100 tals Covid sjúklingar, har Ivermectin varð nýttur sum heilivágur, sum partur av viðgerðini.
Paul var bundin niður við ICU leiðreglum, har Remdesivir skuldi nýtast. Hann lýsir hvussu hann hjálparleysur kundi eygleiða 7 Covid sjúklingar doyggja, millum hesar ein 31 ára gomul kvinna.
FLCCC Alliance
Ivermectin er kent um allan heim sum verandi sera tryggur heilivágur. Er somuleiðis á listanum hjá WHO sum verandi mest týðandi heilivágur. Hann er givin fleiri enn 4 milliardir ferðir kring allan knøttin, og hevur vunnið Nobel heiðursløn, fyri víðfevnda og søguliga týdning. Hann hevur beint fyri ígerðarsjúkum, knýttar at snultarum, í mongum økjum í heiminum!
FDA finally lost its unjust war on Ivermectin
The FDA must pull down all social media and website posts that relate to using Ivermectin for COVID-19, as it has never been allowable for them to discuss or give medical advice. It is now clearly legal precedent that the FDA is not a physician and cannot interfere in the practice of medicine.
Kommunulækni í Føroyum
Fýra ferðir er biðið um at fáa útflýggja Ivermectin, at nýta sum antiviralan heilivág, í sambandi við Covid smittu.
Svarið er hetta:
"Verur kunnaður um at hetta ikki ber til, er ikki indicerað. Er granska í hesum, men ikki víst effekt á fólk. Royndir bert gjørt við høgum dosis Ivermectin sum eisini kann vera skaðiligt á menniskja".
Dr. Pierre Kory
Læknin Pierre Kory lýsir í framløguni omanfyri, hvussu skilaleys grundgevingin er, og vísir m.a. til staðfestingina, at Ivermectin hevði ongan virknað eftir 28 dagar.
Grundgevingin skuldi fingið øll at øtast við, í øllum føri læknar, tá antiviralur heilivágur skal hava virknað við tað sama! Ivermectin verður nýtt í 4 til 7 dagar. Somuleiðis kring skamti/dosis, sum verður fyriskrivaður eftir vekt á persóni. Ov høgur skamtur av øllum heilivági kann vera skaðiligur, eisini Panodil, sum fæst í hondkeypi!
Viðmerkingin hjá Kory, til teir 28 dagarnar, er eisini við staðfestingini, at annhvørt er sjúklingurin fyri langari tíð síðani á fótum aftur, ella er hann deyður!
UpToDate lýsingin, sum á ongan hátt er "up to date", kann einans markast sum læknafrøði við "oyraklaffum og bynd fyri eyguni"!
Harnæst er av týdningi at gera vart við, at rátt verður til, av læknum sum hava savnað seg í felagsskapin CCCA, eisini at nýta Ivermectin sum fyribyrgjandi antiviralan heilivág, og ikki einans, tá ein er vorin sjúkur. Hetta vil somuleiðis avmarka smittuvandan!
John D. Abramson, M.D.
Harvard Medical School
”Fyrst av øllum mugu vit sleppa heila-spunanum um, at nútíðar gransking, framd av heilivágsídnaðinum, hevur til endamáls at betra um heilsu okkara, á gagnligan og
munadyggan hátt.
Tað er okkara áskoðan, at vinnuligt stuðlaða heiluvágsgranskingin, fyrst og fremst hevur til endamáls at økja um úrtøkuna av íløguni, og er ikki framd við heilsu okkara fyri eyga”
Peter C. Gøtzsche
Professor, DrMedSci, MD, MSc, Institute for Scientific Freedom
Peter C. Gøtzsche er ein av teimum fáu læknum, sum hevur valt, í tráð við læknalyftið, at taka blaðið frá munninum, og opið peika á hvussu heilivágsídnaðurin hevur muturspilt Heilsuverkini. Varð av somu orsøk sagdur úr starvi sum professari á Ríkissjúkrahúsinum.
Gøtzsche kann vísa á hagtøl sum prógva, at eftir krabbamein og hjartasjúku, er Heilsu-verkið vorið triðstørsta orsøkin til deyða!
Vit kunnu øll meta um hvar Heilsuverkið liggur, tá súgið eftir verandi Covid-19 átak hevur lagt seg!
John P. A. Ioannidis
Professor in medicin, Stanford University
Jú størri fíggjarligu áhugamálini eru innan eitt ávíst vísindaligt øki, minni sannlíkt gerst tað, at granskingarúrslitini eru sonn!
Esaias 41:13
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: "Óttast ikki! Eg hjálpi tær!"
Heilivágur er eitt persónligt TILVAL, síðsti útvegur, og ikki eitt FRÀVAL!
hippocrates@hippocrates.fo