Størsti fíggindin til kunnleika er ikki fáfongd, men hinvegin gyklið um, at ein heldur seg vita! Stephen Hawking
Batch'ini, í yvirlitinum TALVA 1, ganga aftur í yvirlitsmyndini omanfyri, har eitt batchnr. er ein prikkur á myndini.
Max Schmeling, Vibeke Manniche og Peter Riis Hansen hava almannakunngjørt Peer Reviewed granskingar-úrslitið “Batch-dependent safety of the BNT162b2 mRNA COVID-19 vaccine”, í tíðarritinum European Journal of Clinical Investigation", har hugt er eftir batch'um, nýtt eru í Danmark, og tískil eisini í Føroyum, við atliti til illgrunasom hjáárin.
Batch'ini við bláum liti
TALVA 1 lýsir batch'ini nýtt eru í Danska kongaríkinum. Bláu batch'ini vóru tey fyrstu sum komu til Danmark. Tað sum eyðmerkir bláu batch'ini, eru sera mongu illgrunasomu hjáárinini.
Tað sum undrar, er nøgdin av skamtum sum eru nýttir, frá 11.700 (EJ6796) til 73.710 (EK9788). Fyri EJ6796, vísir yvirlitið, at 5. hvør skamtur gevur illgrunasamt hjáárin.
Verður samanborið við munandi størri nøgdirnar, nýttar eru, fyri Grønu- og Gulu batch'ini, so kann ein orsøk vera, at hjáárinini hava verið so ógvuslig fyri bláu batch'ini, at boð eru komin um at gevast við nýtsluni av teimum.
Verður hugt í skrásetingarskipanina VAERS, nýtt í USA, eftir batch'um við sama nummari, og kanna eftir hvussu SAE (Suspected Adverse Events) lutfallið er millum Deyði, Avlamni, Lívshættislig sjúka, og Onnur hjáárin, so eru tøluni ræðandi. Sí TALVA 2 sum lýsir SAE! (Trýst á talvuna)
Fyri batch EJ6796, fáa vit lutfallið, DK-SAE/USA-SAE 2160/1126, sum gevur: Deyði = 228, Avlamni = 88, Lívshættislig sjúka = 132, og Onnur hjáárin = 1712
Legg annars til merkis hvussu ymisk batch'ini eru kring SAE, sum lýsir hvussu lítið skil hevur verið á framleiðsluni. Hetta er væl kent, og greinað her á Hippocrates av Granskara Jonathan Gilthorpe.
Koppsetingin skuldi verið steðga í 2021!
Bláu tøluni, sum lýsa fyrstu batch'ini nýtt vóru í danska kongaríkinum, staðfesta greitt, at øll koppseting skuldi verið steðgað í fyrru hálvu 2021! Sí TALVA 3, sum eru batch'ini nýtt í Føroyum sambært Landslæknanum.
VAERS USA: Við støði í dátum frá VAERS USA, fyri somu bláu batch, nýtt í DK, er lutfallið hetta fyri samlaða talið av bláum ADR (SAE)=17.425, Doses=219960, Persónar 109980 (tvær koppsetingar), har % talið er fyri hvørjar 100 persónar:
Deyði = 1096 (1%), Avlamni = 1732 (1,5%), Lívshættislig sjúka = 613 (0,55%), og Onnur hjáárin = 13984 (12,7%)
V-Safe: Við støði í dátum frá V-Safe, fyri somu bláu batch, nýtt í DK, er lutfallið hetta fyri samlaða talið av bláum ADR (SAE)=17.425, Doses=219960, Persónar 109980 (tvær koppsetingar), har % talið er fyri hvørjar 100 persónar:
Deyði = 1167 (1%), Avlamni = 1653 (1,5%), Lívshættislig sjúka = 644 (0,58%), og Onnur hjáárin = 13961 (12,6%)
Talvurnar 3.2 og 3.4 fylgjast í stóran mun, tískil ber til at samanbera VAERS og V-Safe skrásetingarnar.
Fráboðanir um hjáárin til skrásetingarskipanir, vita vit av royndum, einans gevur eina yvirskipaða ábending um støðuna. Kanningar vísa, at niðanfyri 10% verður skrásett. Tískil eru ábendingar um, at mestsum allar tær bláu sproyturnar hava verið orsøk til hjáárin. Einans Heilsuverkið kann greina hetta nærri.
Tað er ikki til at skilja, at Heilsuverkið ikki hevur kunnað um álvarsomu tilburðirnar, beinleiðis knýttir at koppsetingini, og tikin hond um tey koppsettu, til neyva útgreinan! Umframt at nýttar skuldu verið tær protokollir, mentar av gitnum læknum, til aveitran!
Heilsuverkið hevur brotið allar varsemisreglur og siðvenjur, allar etiskar reglur og lógir, sum taka hond um heilsurøkt av tí einstaka borgaranum!
Allar koppsetingar skuldu verið steðgaðar í "bláa tíðarskeiðnum"!
TALVA 1
TALVA 2
TALVA 3.1
TALVA 3.2
TALVA 3.3
TALVA 3.4
TALVA 3
Óhefti fjølmiðilin Trial Site News hevur eina lýsing av granskingarúrslitinum hjá donsku granskarunum
Granskingarskrivið: “Batch-dependent safety of the BNT162b2 mRNA COVID-19 vaccine”
Greinin "Danish Bombshell ..." til vinstru, vísir til hesa greinina hjá Sasha Latypova, sum hevur eina neyvari lýsin av batch'unum, og óskilið knýtt at framleiðsluni, við atliti til dygd (Lots = Batch)
Pfizer whistleblower's hava kunna um manglandi eftirlitið við framleiðsluni, og lýsir granskarin Jonathan Gilthorpe hvat Dr. Kevin McKernan hevur staðfest, at framleiðslan er ein heilsufrøðilig marra, sum kann hava við sær fleiri álvarsamar heilsufrøðiligar avleiðingar!
HEILSUMYNDUGLEIKIN FER FRAM SKILALEYST
Eg eri fullvísur í, at eingin heilsumyndugleiki er førur fyri at siga okkum hvat úrslitið av hesum farsóttarátaki gerst. Eingin teirra kann greina hvør støðan er nú og hvar vit enda!
Rennebohm lýsir her, við støði í bókini hjá Bossche "The Inescapable Immune Escape Pandemic", á ein eyðskildan hátt, fyri okkum ikki lærdu á økinum, tey stóru vandamál knýtt eru at farsóttini, so sum Heilsuverkið hevur handfarið hesa.
Vit liggja nú í stilli, áðrenn ódnin brestur á! (VP.fo tann 4. mars 2023) Og Heilsuverkið letst framvegis ikki um vón, tó tørvur er á bráðneyðugum fyrireikingum!
Í einari tílíkari støðu, har heilsumyndugleikin ikki hevur greiðu á støðuni, og tó heldur áfram við koppseting, og skilaleysum dagføringum av boostarum, er hann ikki greiður yvir, at hann fundamentalt bronglar til eina náttúruskapta javnvág, sum er har, ment yvir øldir, millum virus og immunskipan!
Hvussu skal henda skilaleysa mRNA-tøknin loysa uppgávuna, og beina fyri virusfarsóttini, tá hon als ikki tekur hond um veruligu avbjóðingina?
Nei, einhvør uppílegging í immunskipan okkara, har ein ikki skilir hvat tikist verður við, kann einans lýsast sum fávitska! - umframt at vera sera vandamikið!
Brot úr samrøðuni, leysliga umsett.
Størsta týska heilsutryggingarfelagið TK, sum hevur umleið 11 milliónir tryggingartakarar, hevur almannakunngjørt, at 1 av 25 klientum hevur tørv á medisinskari viðgerð, orsaka av Covid koppingarevninum.
Faktureringsdátur fyri koppingarhjáárin, fyri alt árið 2021, vísa 437.593 skrásettar sakir.
Í Týsklandi, eins og í Føroyum, eru 76% av íbúgvunum "koppsettir". Mest sannlíkt, eru ikki allir tryggingartakarar koppsettir. Hetta er í viðlagda skjali tí sett til 80%.
Árini 2019 til 2021
Lutfallið fyri 2021
Verður mett at 80% av klientunum eru koppsettir, tá er talið 11 millónir x 0.8, = 8.8 milliónir koppsettir klientar. Lutfallið gerst tá 8.800.000/437.593, sum gevur 1/20.
Brot úr viðlagda skrivi, leysliga umsett
Hippocrates viðmerking:
Fyri hvørjar 20 koppsettar klientar, skal 1 hava medisinska viðgerð. Varð talið 76% nýtt, heldur enn 80%, tá vildi lutfallið verið 1/19.
Nýta vit lutfallið á allar koppsettar íbúgvar í Føroyum, 54.500 x 0,76 = 41.420 sálir, og nýta lutfallið 1/20, tá fáa vit 2.071 íbúgvar, sum hava tørv á medisinskari viðgerð, (1/19 gevur 2.180).
mRNA íleguviðgerðin er sostatt ørandi vandamikil, ikki farsóttin! Og er hetta orsøkin til at apotekini eru í uppisetri við heilivági, um allan heim!
Sí yvirlitið frá Lægemiddelstyrelsen niðanfyri!
https://howbad.info/
v/Craig Paardekooper
Útgjaldið fyri lívstryggingar hjá Betri Pensjón hevur ongantíð verið nær námind so høgt, sum tað var í fjør.
Tað er gott, at vit kunnu hjálpa fíggjarliga, tá ið fólk missa. Tað er jú ein av orsøkunum til, at vit eru her. Men deyðstíttleikin var so óvanliga høgur í fjør, at tað er undranarsamt.
Tað staðfestir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón
Trýst á talvuna
Hjálparprotokollir
Nakrar av hesum hjálparprotokollum eru at finna her á hippocrates.fo, sí Spike Aveitran
Á Betri Pensjón hava tey nú hugt neyvt at tølunum fyri árið í fjør. Serliga eitt tal skilir seg burturúr. Tað er útgjaldið fyri lívstryggingar.
Í fjør rindaðu vit meiri enn tvífalt so nógv, sum vit hava rindað í miðal um árið, síðani Betri Pensjón varð stovnað. Og vit rindaðu meiri enn tvífalt so nógv, sum í fyrraárið.
Tað sigur mær, at óvanliga nógv fólk fóru foldum frá á ungum árum í fjør. So nógv, at tað er undranarvert, vísir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, á.
Seinastu árini hevur útgjaldið fyri lívstryggingar í miðal verið 8-10 milliónir. Tað hevur ligið nøkulunda javnt ár um ár. Men í fjør var útgjaldið góðar 20 milliónir kr.
Lat meg sláa púra fast, at endamál okkara júst er at hjálpa fíggjarliga, tá ið fólk koma út fyri tí ringasta. Tað er tí, tey tekna sær lívstrygging. Men vit mugu undrast á tað ómetaliga høga talið av fólki undir pensjónsaldur, sum í fjør fóru um sýn.
Spurningurin er, um hetta var eitt einstakt óvanligt ár, ella um hetta er eitt tekin um eina nýggja gongd, sigur Helgi L. Petersen.
Eingangsútgjøld við deyða fara frá:
Avlamisveitingar:
Eingangsútgjøld við pensionering fara frá:
Ræðandi tøl, sum hava beinleiðis samband við Pfizer sproytuna. Hví hevur Heilsuverkið og politiska skipanin ikki tikið hond um tey íleguviðgjørdu, væl vitandi, at hjálpar-protokollir eru tøkar, framdar av ábyrgdarfullum læknum, sum kundu havt avmarkað sorgarleikin!
NORDIKLÍV
Grundgevingin fyri Covid átakinum var "ikki at ovbyrja Heilsuverkið"!
Vit hava goldið ein ógvusliga høgan kostnað, fyri ikki at "ovbyrja" Heilsuverkið, sum kann koma at fylgja okkum inn í komandi ættarlið, sambært serfrøðini, m.a. Nobel krýnda Luc Montagnier! Og "ovbyrjað", -er gongdin ikki vorin júst tann øvuga?
Eftir áheitan á TRYGD um at koma við hagtølum, varð vent aftur við boðunum um at hyggja í roknskapin á heimasíðuni nordikliv.fo.
NordikLív's portefølje er væl minni enn hon Trygd umsitur. Hetta speglar seg aftur í tølunum, har tað tískil verður samanborið við miðaltalið fyri árini 2019 til 2021, fyri at avmarka sveiggini.
Eins og hjá Betri Pensjón, so sæst ein greið gong, sum peikar beinleiðis ímóti skilaleysu mRNA íleguviðgerðini!
HVÍ SÆR HEILSUVERKIÐ OG POLITISKA SKIPANIN IKKI
ÁLVARSOMU ÁVARINGARLJÓSINI?
ÓFRÆTTAKEND TØGN
Hví hoyra vit einki frá myndugleikunum um álvarsomu støðuna, um framhaldandi fráboðanir, kring knøttin, har deyðstíttleikin framhaldandi er ovurhonds stórur, og har mong stríðast við skaðar og sjúkur, knýtt at Pfizer sproytuni?
Fremsta serfrøðin kann skjalfesta, at Pfizer sproytan er munandi meira vandamikil, enn sjúkan, hon skal taka hond um! Somuleiðis kann hon skjalfesta tað sum ørandi skilaleyst, og uttan nakran fyrimun fyri tann einstaka ella fjøldina, at byrjað varð við átakinum, eins og at hildið verður áfram við boostarum!
Greinandi viðgerðarátak hevur bráskund
Fremsta serfrøðin kann vísa á royndar protokollir, munadyggar, og uttan hjáárin, at nýta av øllum, sum fáa avbjóðingar av mRNA íleguviðgerðini og Covid smittu.
Tað er ábyrgdarleyst ikki at fáa hesar protokollir staðfestar, við hægstu raðfesting, sum partur av verandi- og komandi tilbúgving. Somuleiðis sum partur av einum fevnandi viðgerðarátaki, fyri øll tey mRNA íleguviðgjørdu, framt av Heilsuverkinum. Viðgerðarátakið hevur bráskund!
Nýtt tilmæli frá Sundhedsstyrelsen
Verður nýggja tilmælið frá Sundhedsstyrelsen fylgt, og hildið verður áfram við Pfizer "kopp-setingum", fyri tey omanfyri 65 ára aldur, er talan um eitt revsuvert átak, har heilsan hjá teimum "koppsettu" veruliga er í álvarsligum vanda, sambært fremstu serfrøðini, við væl grundaðum próvgrundum og dátum.
Tað er próvfast, at Spike proteinið er sera eitrandi, og beinleiðis orsøkin til allar trupul-leikarnar, knýttir at "koppsetingini"! Tað er somuleiðis próvfast, at fleiri "koppsetingar" økja um nøgdina av Spike proteinum, og tískil um stóru vandarnar, knýttir at "koppsetingini"!
Tí er veruliga talan um eitt ábyrgdarleyst tilmæli, sum mest av øllum ber brá av einum skipaðum átaki, at loysa eldrabyrðuna, á ein ófrættakendan og ómenniskjaligan hátt, sum ikki hoyrir heima í einum kristnum samfelag!
Pfizer og eftirlitsstovnarnir
Verður lurtað eftir ráðgevingini frá CCCA, sum lýsir hvussu ábyrgdarleyst Pfizer felagið, og teirra eftirlitsstovnar, fara fram mótvegis barnakonuni, bróstakonuni og barninum, so er ikki ilt at meta um tað álit vit annars skulu hava á hesum samstarvsfelagum, Sundhedsstyrelsen ynskir at lata okkara eldru uppí hendurnar á. Sí ræðandi ábyrgdarloysið!
Lægemiddelstyrelsen og trot á heilivági
Orsaka av teimum fleiri enn 3500+ hjáárinum, (skaðar, sjúkur og deyðsføll), sum eru knýtt at Pfizer sproytuni, so sæst ovurstóra nýtslan nú aftur í veitingini av heilivági, kring allan heim. Leita við evnisheiti her: Scientific Publications Directory. Her verður tó bert víst til kendar Peer Review frágreiðingar.
hippocrates.fo hevur framt eina leiting á síðuni hjá Lægemiddelstyrelsen tann 07.07.2023, og funnið 1076 heilivágar, sum ikki kundu veitast, tann dagin leitingin varð framd.
Við støði í teimum skaðum, sjúkum og deyðsorsøkum, sum koma fyri oftast í fráboðanunum, lýst av serfrøðini, er uppbýtið hetta, fyri manglandi heilivágin:
Yvirlitið skal skiljast soleiðis, at her ber til at síggja hvussu víðfevndir og álvarsamir skaðarnir og sjúkurnar eru, við beinleiðis tilknýtti til Pfizer sproytuna! Og tá eru ikki allir skaðar og sjúkur tiknar við!
Sí eitt dømi, har Dr. John Campbell lýsir illgerðina framda á 14 ára gamla gentu í Japan, sum doyði av 3. Pfizer sproytuni: "Vaccine causes multi-organ inflammation"!
Undrunarverd staðfesting av Landslæknanum
Heilsuverkið kunnaði umvegis KVF um stóran vøkstur í talinum av krabbameinssjúklingum, sum hava tørv á viðgerð í DK.
Vøksturin í 2022, í mun til 2021, er 120 sjúklingar, ein vøkstur á 47,65%, sum má metast at vera óvanliga høgur, -ræðandi!
Tó sigur Landslæknin í VP, at einki samband er millum vøksturin og Covid-19 "koppsetingina".
Hvør er grundgevingin fyri at ganga plankan út?
Kann Heilsuverkið og politiska skipanin grundgeva fyri, verður tilmælið frá Sundhedsstyrelsen fylgt, hví so er? tá mRNA íleguviðgerðini er ørandi vandamikil, als ikki til gagns fyri nakran, hvørki tann einstaka ella fjøldina, og tænir ongum skilvísis endamáli!
Esaias 41:13
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: "Óttast ikki! Eg hjálpi tær!"
Heilivágur er eitt persónligt TILVAL, síðsti útvegur, og ikki eitt FRÀVAL!
hippocrates@hippocrates.fo