YVIRDEYÐSTÍTTLEIKI Í UK, eins og í Føroyum, TÓ LJÓÐAR EINGIN ÁVARINGARLÚÐUR!


Yvirdeyðstíttleiki í viku 16, 2023, samanborið við 5 tey seinastu árini:  22.1% - 2.540 deyð

Titanic + Estonia: 2.350 deyð, World Trade Center 2.753 deyð


Árini 2022+2023 hevur Covid eitursproytan dripið 101.903, ung sum eldri! Undir 2. heimsbardaga doyðu 70.000 Sí HER!


SPURNINGAR TIL LANDSSTÝRISKVINNUNA Í HEILSUMÁLUM

LIGGUR SKILVÍSI AFTANFYRI COVID HANDFARINGINA?









Eigur at fáa hægstu heilsufakligu og politisku raðfesting!

1. Evni - Hjálp til avvarðandi, skadd og sjúk av mRNA íleguviðgerðini

    Kann landsstýriskvinnan í heilsumálum greina fyri okkum:

  1. Hví tey mongu sum deyð eru av Pfizer sproytuni, somuleiðis tey mongu skaddu og sjúku, sum fylgdu tykkara tilmælum, ikki verða tikin uppá tungu, hvørki í Heilsuverkinum, í politisku skipanini ella í almenna KVF, nú tey hava alstóran tørv á tykkara hjálp?
    1. Er ætlanin at fara undir at greina neyvari deyðsorsøkirnar, og veita fíggjarligt endurgjald til avvarðandi?
    2. Er ætlanin at fara undir at greina neyvari teir mongu skaðar, sum íleguviðgerðin er orsøk til, og veita fíggjarligt endurgjald til hesi, somuleiðis skipa fyri skipaðari heilsurøkt av teimum skaddu?
    3. Er ætlanin at fara undir at greina neyvari tey mongu sjúku, sum íleguviðgerðin er orsøk til, og veita fíggjarligt endurgjald til hesi, somuleiðis skipa fyri skipaðari heilsurøkt av teimum sjúku?
    4. Er ætlanin at fara undir at útgreina neyvt øll tey mRNA íleguviðgjørdu, sum í dag ikki sýnast at hava fingið beinleiðis mein ella sjúku av íleguviðgerðini, sum eitt fyribyrgjandi átak, so hond verður tikin um tey mongu álvarsomu langtíðarárin, fremsta vísindin hevur ávarað um, er knýtt at eitrandi íleguviðgerðini?
      1. Her er av týdningi at kanna neyvt tey koppsettu, sum virka sum flogskiparir, buss- og hýruvognsførarir, fyri hjartasjúkurnar Myocarditis, Pericarditis og Endocariditis!
      2. Somuleiðis er av týdningi at hava í huga víðfevndu trupulleikarnir, knýttir at íleguviðgerðini, so sum "Brain fog", "Eyesight changes", "Memory and concentration problems", "Blood clots", ... sí React19: 3.500+ hjáárin
         


Kemur ein almenn umbering fyri handfaringina av Covid farsóttini?

Vil Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Súsanna Bertholdsen, landstýriskvinnan í heilsumálum,

koma við einari umbering til avvarðandi til tey deyðu, til tey skaddu, og til tey sjúku?


Tó, at Løgmansskrivstovan nú boðar frá, at talan var bert um tilmælir,

og tískil var upp til hvønn einstakan at lata seg "koppseta"!



Läkaruppropet úr Svøríki

Tøgnin er óvirðilig og ábyrgdarleys!


Læknin Hans Zingmark og granskarin Jonathan Gilthorpe lýsa her støðuna, nú alt fleiri gerast sjúk í Svøriki av Covid sproytuni, har heilsumyndugleikin fer fram ábyrgdarleyst, og yppur øksl.

"Tað ber ikki til longur, at liva við einum sjálvum, verður ikki tosað um tað sum fer fram í dag", sigur Jonathan!

Dagføringar fara fram á síðuni "Heilsumálaráðið", í tiðarskeiðnum, upp til eina fráboðan um

svar frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, til spurningarnar á síðuni!       Dagført 29.12.2023

2. Evni - Koppseting og mRNA íleguviðgerð

    Kann landsstýriskvinnan í heilsumálum greina fyri okkum:    

  1. Viðvíkjandi koppseting: Hví fremsta óhefta vísindin, virkandi í granskingarumhvørvi, við áralongum royndum og tygnaðarligum avrikum á økjunum, virologi, immunologi, vaccinologi, evolutinera biologi og epidemilogi, og samvirki millum hesi, varð útihýst av Heilsuverkinum, politisku skipanini, og almenna KVF, var ynski um at fáa bestu og víðfevnda kunning um álvarsama vandan knýttur at fjøldkoppseting undir alheimsfarsótt, føroya fólki at gagni, við atliti til tann einstaka koppsetta, og fyri fjøldina, so mennast kundi fjøldimmunitetur?
  2. Hví varð fjøldkoppsett undir alheimsfarsóttini, tá tað er grunnleggjandi vitan millum epidemilogar, sambært fremstu óheftu serfrøðini, at tað undir ongum umstøðum má fara fram?
    1. Víst verður her til Geert Vanden Bossche og Luc Montagnier!
  3. Hvussu skuldi tað skiljast, tá Heilsuverkið støðugt tosaði um, - og framvegis tosar um, at skapa fjøldimmunitet við Pfizer sproytuni (minst 80% skulu koppsetast), tá fremsta óhefta vísindin kann bera fram próvgrundir fyri, umframt vísa á, at hetta stendur í lærubókum, ikki at vera møguligt, men hinvegin eitt sera vandamiki átak?
    1. Hví var tað ikki borið fram alment og viðgjørt í KVF, tá ávaringarnar vóru bornar fram alment, av fremstu óheftu vísindini á økinum?
    2. Hví er týðandi fakligi førleikin ikki tøkur í Heilsuverkinum, sum verður staðfestur sum grundleggjandi læknafrøðilig vitan millum epidemilogar? - tá eyðsýnd prógv eru fyri, at Heilsuverkið hevur virkað ábyrgdarleyst, í andsøgn við alt skilvísi: a) KVF 21.12.2020: 2/3 vilja lata seg koppseta! b) KVF -13.07.2021: Vánalig kunning og fáar koppsetingar!
  4. Hví varð koppsett, uttan at kanna eftir um viðkomandi, á natúrligan hátt, hevði ment andevnir ímóti Corona virus?  Verður tikið atlit til:
    1. at tað í Italien, á Milan Institute for Tumour Diseases, við blóðroyndum, í sambandi við krabbameinskanningar, longu í september 2019 varð staðfest Coronavirus andevnir, og tískil Covid smitta í landinum. Tískil er mest sannlíkt at smittan hevur verið í Føroyum langt áðrenn byrjað varð at mRNA íleguviðgerða, desembur 30.12.2020!
    2. at Public Health UK hevur kunngjørt Peer Review dátur, har boða verður frá, at tað ikki er skilagótt at fremja "Covid-koppseting", hevur ein havt Covid, tá mRNA íleguviðgerðin forar fyri at immunverjan fer til verka á natúrligan hátt, og mennir nøktandi andevnir!
    3. at natúrligt mentu andevnini eru prógvaði áleið 13 ferðir sterkari enn tey mRNA íleguviðgerðin megnar at menna!
    4. at eitrandi Lipid nanobitilin og eitrandi Spike proteinið gevur bruna og ólag á immunverjuskipanina. Jú fleiri innspræningar, størri gerst trupulleikin!
    5. Víst verður her til hippocrates.fo, sí m.a. samrøðurnar John Campbell hevur við Angus Dalgleish! Somuleiðis til samrøðuna - CCCA: Dr. Julie Ponesse hevur við Dr. Steven Pelech!
  5. Hví varð lýst við "skemtilýsing" í fjølmiðlunum: "Nú kunnu børn í aldrinum 2 til 6 ár eisini koppsetast ímóti influensu"? Og hví varð hetta gjørt samstundis sum lýst varð við mRNA íleguviðgerð (Covid koppseting)? Hvussu nógv børn vóru koppsett ímóti influensa? Varð barn koppsett ímóti influensa og Covid sama dag? Hvussu nógv børn í aldrinum 2 til 6 ár eru deyð, seinastu nógvu árini, av influensa? Verður tikið atlit til:
    1. at børn skulu als ikki koppsetast ímóti influensa ella Covid, tá tað á ongan hátt tænir nøkrum endamáli!
    2. at børn skulu til at byggja upp eina immunverju, og skal hon tískil læra at taka hond um nakað so vanligt sum influensa! Víst verður her til Läkaruppropet!
  6. Viðvíkjandi mRNA íleguviðgerð: Hví varð fremsta óhefta serfrøðin innan mRNA ílegutøkni, millum hesi, mennarin av mRNA ílegutøknini, Robert Malone, útihýst av Heilsuverkinum, politisku skipanini, og almenna KVF, so larmandi ávaringar teirra, um nýtslu av mRNA ílegutøkni til fjøldkoppseting, ikki kom út til almenningin? Verður tikið atlit til:
    1. at tøknin er ment til krabbameinsviðger í heilanum, har trupult er at koma til, har júst Lipid nanobitlarnir kunnu ferðast uttan foringar, tá teir ikki virða nakrar lívfrøðilgar leiðreglur. Hetta verður einans framt, har risk-benefit metingin loyvir hesum. Verður viðgerðin ikki framd, tá doyr sjúklingurin!
    2. at tílík viðgerðartøkni verður nýtt til fjølskoppsetin, verður lýst sum vitleyst!
    3. at kunningin ikki er givin íleguviðgjørda (koppsetta), so sum álagt sambært Sundhedsloven/Informeret samtykke
  7. Hvønn ella hvørjir fyrimunir metti Heilsuverkið vera knýttir at nýtsluni av mRNA íleguviðgerð, heldur enn at lata viðføddu- og lærandi immunverjuskipan okkara taka hond um avbjóðingina, knýtt at Covid sjúku, har nýtt varð immunverjustyrkjandi kostískoyti, og antiviralur heilivágur, eftir tørvi hjá tí einstaka? Verður tikið atlit til:
    1. at royndar protokollir, kring immunverjustyrkjandi kostískoyti, og antiviralan heilivág, eru prógvaðar tryggar og virknar til Covid-19 viðgerð, og verandi uttan hjáárin!
    2. at natúrligt mentu andevnini eru prógvaði áleið 13 ferðir sterkari enn tey mRNA íleguviðgerðin megnar at menna!
    3. at Pfizer staðfest í 2012, at Lipid nanobitlarnir ferðast allastaðir, - kring alt likamið, eisini til mergin (Bone marrow), og vera tískil ikki verandi á innspræningarstaðnum, so sum Heilsuverkið hevur boðað frá!
      1. Tað verður av fremstu óheftu serfrøðini lýst ørandi vandamikið, at Lipid nanobitlar í ógvusligum tali gera innrás í mergin, har blóðrótkyknur og blóðkyknur verða framleiddar!
    4. at Lipid nanobitlarnir ferðast allastaðir, m.a. til øll yrkisgøgn, eisini heila og hjarta, yrkisgøgn har samskift verður við elektriskum impulsum, sum av fremstu óheftu serfrøðini verður lýst sum ræðandi skilaleyst ! Somuleiðis, at avhendaðir verða eitrandi Lipid nanobitlar, fyri at fáa framleitt eitrandi Spike proteinir í heila- og hjartakyknum, sum skapa autoimmunar reaktiónir, og harvið bruna, við tí í hyggju at fáa ment andevnir, har viðfødda immunverjuskipanin annars verjur við munn, nøs og eygu! (Autoimmun reaktión, við beinleiðis tilknýti til "Covid-koppsetingina", er staðfest av WHO! - og ein orsøk til at apotekir eru í uppisetrið við heilivági til brunaviðgerð!)
  8. Hví varð eingin neyvari kunning givin, knýtt at Pfizer koppingarevninum, tá hetta varð lovað av Heilsuverkinum: ”Tað er einki at óttast”, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni. Hann vísir á, at "koppingarevnini eru væl kannað frammanundan", og hann ivast ikki í at taka tað sjálvur. Somuleiðis vísir hann á, "at myndugleikarnir fara at kunna meira um koppsetingarevnið komandi tíðina”!
    1. Hvat legði Heilsuverkið í hesa útsøgn: "koppingarevnini eru væl kannað frammanundan"? - tá óhefta serfrøðin kann skjalprógva at so er ikki!
  9. Hevur Heilsuverkið samanhangandi granska skjøluni frá Pfizer, so hvørt hesi eru leysgivin, somuleiðis skjøluni hjá FDA, CDC og NIH, við tilknýti til deyða, skaðafráboðanir, sjúkur og Peer Review frágreiðingar, knýttar at Pfizer "koppingar-evninum"?
    1. Her verður somuleiðis hugsað um fráboðanarskipaninar í Europa og USA, so sum: WHO data, EudraVigilance, DPSD, Yellow Card Scheme, VAERS, V-Safe, Howbad.info, ...


3. Evni - Covid átakið og skilvísi

    Kann landsstýriskvinnan í heilsumálum greina fyri okkum:

  1. Við støði í teimum mongu deyðsføllum, og enn fleiri skaddum og sjúkum, sum Heilsuverkið hevur havt fullan kunnleika til, fór fram í kjalavørrinum av "koppsetingini", heilt frá byrjan av farsóttarátakinum, hví tað ongantíð er komið Heilsu-verkinum til hugs at steðga átakinum, til full greiða varð fingin á, hvør veruliga orsøkin var?
  2. Hví er hildið áfram við boostarum, við framhaldandi deyðsføllum, skaddum og sjúkum í kjalavørrinum av átakinum, tá fremsta óhefta serfrøðin markar tað sum ørandi skilaleyst?
  3. Við støði í tí fremsta serfrøðin boðar frá, nú Heilsuverkið hevur "koppsett" tjóðina Føroyar inn í eina komandi Covid ódn, og tískil beint fyri møguleikanum, at menna fjøldimmunitet á natúrligan hátt, hví Heilsuverkið ikki skipar fyri átøkum, har neyðugar fyrireikingar verða framdar?
  4. Verður mett at framt er eitt mistak, at mæla til, at fáa mRNA íleguviðgjørt eina heila tjóð, við einum óroyndum, eksperimenterandi, og sera vandamiklum syntetiskum "koppingarevni", har mong eru deyð, enn fleiri skadd og sjúk, og har stór sannlíkindi eru fyri víðfevndum langtíðarárini? Verður tikið atlit til:
    1. at heilt frá byrjan av vóru deyðsføll, skaðar og sjúkur staðfestar og skrásettar, um allan heim, (eisini ógvusligir skaðar og hjáárin staðfest í Føroyum, tó ikki skrásett, sum álagt við lóg), sum skuldi havt steðgað mRNA íleguviðgerðini, til orsøkirnar vóru funnar!
    2. at upprunaliga almenna lýsingin av átakinum, bygdi á grundgevingina, at virkast skuldi fyri, at Heilsuverkið ikki gjørdist ovbyrjað! - tó skjótt var greitt, at hetta fór ikki at henda!
    3. at grundgevingin við fjøldimmuniteti síðani varð nýtt, har minst 80% skuldi koppsetast, skuldi hetta mál røkkast, tó vísindin kann prógva, og lærubøkurnar lýsa tað, at tað ber ikki til, verður fjøldkoppsett tá farsóttin herjar!
  5. Hvør er orsøkin til, at Heilsuverkið ikki situr inni við tílíkari grundleggjandi fakligari vitan, at hópkoppseting á ongan hátt má fremjast, tá farsóttin herjar?
  6. Hví varð mRNA íleguviðgerðin, við sínum mongu sera vandamiklu eginleikum, har allar djóraroyndir seinastu 20 árini eru miseydnaðar, lýst alment sum "koppseting"? - somuleiðis mett trygg at nýta á tjóðina alla?
  7. Metir Heilsumálaráðið og Heilsuverkið, at borgarin, yvirskipað, fekk nøktandi kunning, so øll vóru fult vitandi um, at talan var um mRNA íleguviðgerð, og ikki "koppseting", so sum vit kenna hesar, við tí jaligu fatan flest øll hava av teimum? Verður tikið atlit til:
    1. at Løgmansskrivstovan nú letur vita, fyri alt farsóttartíðarskeiðið, at talan hevur verið um eitt tilmæli!
  8. Metir Heilsumálaráðið og Heilsuverkið, at tann einstaki íleguviðgjørdi hevur fingið fullgóða persónliga kunning um mRNA íleguviðgerðina, har persónligi tørvurin, og allir vandar, er lýstur til fullnar, til greiða støðutakan, áðrenn íleguviðgerð? Verður tikið atlit til, at tann einstaki hevur krav um "Kunnað samtykki"! - sum fevnir um hesi punktir:
    1. At fáa fullgóða lýsing av mRNA íleguviðgerðini, hvørjir liðir hon fevnir um, og hvør munurin er, í mun til "vanliga koppseting"!
    2. Hvørjir fyrimunir eru knýttir at íleguviðgerðini, har lýst eigur at verða, at verjan á 95%, sum Pfizer og Heilsuverkið hevur lýst við, er "RRR/Relative Risk Reduction", har givið verður ein skeiklað mynd av veruligu verjuni, sum er undir 1%. Røttu myndina fær ein, um lýst verður við "ARR/Absolte Risk Reduction", sum er 0.84%. Tað er álagt Heilsuverkinum at lýsa við ARR!
    3. At fáa fullgóða kunningum, har allir kendir vandar, knýttir at íleguviðgerðini, verða lýstir til fullnar (Her skal Heilsuverkið kanna Pfizer skjøluni, so hvørt hesi eru tøk!)
    4. At allir viðkomandi hjáárin skrásetingardátugrunnar, so sum DPSD, EudraVigilance, Yellow Card, VAERS, V-Safe,... verða kannaðir regluliga!
    5. At fáa fullgóða kunning um øll kend hjáárin knýtt at íleguviðgerðini!
    6. At fáa fullgóða kunning um hvør er í vandabólki, og hvør vandin er hjá tí einstaka, somuleiðis hvørjir aðrir valmøguleikar eru, við ávísing til aðrar royndar protokollir!
    7. At fáa fullgóða kunning um hvør veruligi vandin er, takkar ein nei til íleguviðgerðina! (Hetta er av stórum týdningi, tá aldur og sjúkrasøga, eru týðandi liðir í grundgevingini fyri tilmælum, - og til støðutakan hjá tí einstaka!)
  9. Hvørjir fyrimunir metti Heilsuverkið vera við mRNA íleguviðgerðini, fyri tey uttan heilsuligar avbjóðingar: 1) Barna-konuna, 2) Bróstakonuna, og 3) Barnið? Verður tikið atlit til:
    1. At tað er ein gylt og ósvitalig meginregla, at tú als ikki gevur kvinnu, sum er við barn, heilivág, uttan so at hesin er fullkomiliga tryggur, kendur og royndur, og á ongan hátt kann vera barni og mammu til nakran ampa!

    2. At fremsta vísindin bólkar koppseting av børnum, barnakonum og bróstakonum sum ørandi vandamikið og revsuvert!
    3. At verða hesi koppsett, tá verða tey tikin úr bólkinum, sum skulu menna fjøldmótstøðuføri, sum annars var ein av grundgevingunum fyri at koppseta tey!
    4. Hví vóru djóraroyndir á 44 rottur, lægsta støði til trygdarroyndir, og ikki fult gjøgnumførdar, mett trygt av Heilsuverkinum, til mRNA íleguviðgerð av Barnakonuni? - og tískil av Bróstakonuni og barninum?
  10. Hvørjir fyrimunir metti Heilsuverkið vera við mRNA íleguviðgerðini, fyri tey við ávísum heilsuligum avbjóðingum:  1) Tey komin væl til árs, 2) Tann við krabbameini, 3) Tann við hjartasjúku, og 4) Tann við lungasjúku? Verður tikið atlit til:
    1. at Lipid nanobitlarnir, sum ferðast til øll yrkisgøgn, í sjálvum sær eru sera eitrandi, sum vil skapa bruna!
    2. at Spike proteinið, í sjálvum sær, er sera eitrandi, og vil skapa bruna!
    3. at skaði, á immunverjuskipanina, kann standast av mRNA íleguviðgerðini, har hesi í mongum føri, frammanundan, hava skerda immunveruskipan!
    4. at mRNA íleguviðgerðin órógvar immunverjuskipanina, og kann skapa autoimmuna reaktión, sum á ongan hátt er til nakran fyrimun, hvørki fyri tey, við ella uttan heilsuligar avbjóðingar!
  11. Hví varð ongantíð kunna um alment, og roynt av Heilsuverkinum, valmøguleikin, at nýta kendar og royndar protokollir, har áralangar royndir hava staðfest hesar sum tryggar og virknar, uttan hjáárin, áðrenn mRNA íleguviðgerðin var tøk? Verður tikið atlit til:
    1. at Heilsuverkið hevði tíðarskeiðið 01.04.2020 til 30.12.2020 at royna hesar protokollir!
    2. at SARS virusið er kent virus, har serfrøðin hevur fullan kunnleika til hvør er í vandabólki. Somuleiðis at roynt hevur verið í 50 ár at menna koppingarevni, uttan úrslit, tá virusið hevur víst seg at hava "óavmarkaðar" eginleikar at skáka sær undan teimum andevnum sum ment verða!
    3. at allar royndir við mRNA íleguviðgerð seinastu 20 árini, á menniskju og djór, eru miseydnaðar, við skaðum, sjúkum og deyða, sum endaúrslit!


4. Evni - Sjúkur og sjúkuviðgerð

    Kann landsstýriskvinnan í heilsumálum greina fyri okkum:

  1. Hví varð eingin hjálp veitt teimum sum fyngu Covid sjúkuna, tíðarskeiðið áðrenn mRNA íleguviðgerð (30.12.2020), og fingu avbjóðingar við andaleiðini, tá vanligt er, og av alstórum týdningi, at veita skjóta antivirala viðgerð, verður andaleiðin rakt av virusálopi?
    1. Her verður hugsað um tey mongu sum vóru biðin um ikki at koma á sjúkrahúsið, ella vitja kommunulæknan, og har onkur varð goymdur burtur á Gistingarhúsi, uttan viðgerð, tó við andaneyð. Í larmandi andsøgn við alt skilvísi!
  2. Tó omanfyri 3.500+ Peer Review frágreiðingar lýsa álvarsomu heilsuligu avleiðingarnar av mRNA íleguviðgerðini, so var skjótt greitt hvørjar mest vanligu, tó álvarsomu deyðsorsøkirnar, skaðarnir og sjúkurnar vóru, knýttar at íleguvið-gerðini, millum hesar krabbamein (aggressivur-, turbo-, og sjáldsamur krabbi), hjartasjúkur, blóðtøppar, skaði á blóðæðrar ("útposingar") og bruni, umframt teir mongu nervafrøðiligu skaðarnir. Hví hevur Heilsuverkið ikki lýst við hesum, og kommunulæknar ráðgivið, so tey íleguviðgjørdu vóru betur før fyri at taka hond um støðu sína? Verður tikið atlit til:
    1. at protokollir eru mentar av fremstu óheftu serfrøðini, at hjálpa teimum íleguviðgjørdu. Vísast kann til læknar sum taka frástøðu frá mRNA íleguviðgerðini, og hava savnað seg í bólkar, FLCCC Alliance og CCCA - Spike aveitran!
  3. Hví verður protokol nýtt av LS, til viðgerð av Covid sjúklingum, har Remdesevir verður nýtt, tá tað í USA verður lýst, av alt fleiri heilsurøktarstarvsfólkum, at taka lívið av Covid sjúklingum - (Studies show significantly increased risk of acute kidney injury!)?
  4. Hvussu nógvur heiluvágur er útflýggjaður til brunaviðgerð av Heilsuverkinum, undir og eftir mRNA íleguviðgerðina, í mun til árini áðrenn byrjað varð at mRNA íleguviðgerða? - og hevur Heilsuverkið havt illgruna um at hetta kundi knýtast at mRNA íleguviðgerðini? Verður tikið atlit til:
    1. at eitrandi Lipid nanobitlarnir og eitrandi Spike proteinini í sær sjálvum skapa bruna, umframt at immun-verjuskipanin kann søkja at egnu kyknum, sum eru "Lipid- og Spike inficeraðar", og skapa autoimmuna sjúku, sum krevur brunaviðgerð!
  5. Hvussu nógvur heiluvágur er útflýggjaður til viðgerð av blóðtøppum, eitt nú blóðtynnandi heilivágur, í mun til árini áðrenn byrjað varð at mRNA íleguviðgerða? - og hevur Heilsuverkið havt illgruna um at hetta kundi knýtast at mRNA íleguviðgerðini?
  6. Í sambandi við, at 4 børn vóru deyðfødd í 2022, í viku 22, 33, 34 og 22,  og 1 deyðføtt barn í 2021, í viku 2, er so kanna eftir um hetta stavar frá mRNA íleguviðgerðini? Verður tikið atlit til, at tað aðrastaðir er boða frá, at júst tað er vorið avleiðingin av mRNA íleguviðgerðini, ynskist upplýst: 
    1. hvørjar av kvinnunum eru Covid "koppsettar"?
    2. hvussu long tíð gekk frá koppseting til barnið var staðfest deytt?
    3. hevur Heilsuverkið grunað yvir og greinað, hvørt samband er millum koppseting og deyðfødda barnið? 
  7. Í sambandi við, at tvey vóru skrásettu av LS við mentum HIV andevnum, er so kanna eftir og greinað, um hetta stavar frá mRNA íleguviðgerðini? Verður tikið atlit til:
    1. at ílegutilfar frá HIV virusinum er sett inn í Spike proteinið, sambært Luc Montagnier!
    2. at tað aðrastaðir er boða frá, at júst tað er vorið avleiðingin av mRNA íleguviðgerðini!
  8. Í sambandi við, at stór øking er í talinum av krabbameinsraktum, sum hava tørv á at verða send av landinum til viðgerðar, verður biðið um at fáa lýst støðuna sum heild, tvs. tey sum verða viðgjørd herheima og úttanlands:
    1. Hvør hevur gongdin verið fyri árini 2012 til 2023, sum verða viðgjørd fyri krabbamein?
      1. Tíðspunkt fyri staðfesting av krabba/endurstaðfesting, á hvørjum stigi hesin er staðfestur, slag av krabba, hvar viðgerð verður framd, aldursbýtið, kynsbýtið, støðan/útlit/deyði, Covid "koppsettur", Batch nr.nýtt
        1. Slag av krabba: er talan um ókend/sjáldsom sløg av krabba? - er talan um turbokrabba, tvs. stutt tíð frá viðkomandi er greinaður til deyða? - hevur sami sjúklingur havt meira enn eitt slag av krabba? - og hvussu ofta er tað skrásett áður fyri tíðarskeiðið lýst omanfyri?
      2. Hevur Heilsuverkið havt illgruna um, at mRNA íleguviðgerðin kann vera orsøk til ógvusliga vøksturin av krabbameinstilburðum? Verður tikið atlit til:
        1. at Peer Review frágreiðingar lýsa stóra vandan við júst krabbameini, sum kann standast av íleguviðgerðini? - og at hetta júst er gongdin um allan heim, har "fjøldkoppseting" er framd!


    5. Evni - Spike proteinið og sproytan

        Kann landsstýriskvinnan í heilsumálum greina fyri okkum:

    1. Hvør er áskoðanin til tilvitaðu broytingarnar, sum gjørdar eru á Spike proteinið, so vandamikið Prion øki er ment, har fleiri sera vandamiklar nervafrøðiligar sjúkur kunnu standast av hesum? Verður tikið atlit til:
      1. at vitanin um vandan er tilstaðar, har nanobitlatøknin upprunaliga varð ment at nýta til krabbameinsviðgerð í heilanum, so nanobitlarnir júst kundu ferðast uttan foringar allastaðir!
    2. Hvussu hevur Heilsumálaráðið og Heilsuverkið vektað tað heilsufakliga skilagóða í omanfyristandandi, heldur enn at mæla til kendar mannagongdir kring handfaring av einari virusfarsótt, við denti á ráðgeving kring heilsugott- og  immunstyrkjandi kostískoyti, við nýtslu av antiviralum heilivági, til tey við avbjóðingum, heldur enn at nýta óroynda og eksperimenterandi mRNA íleguviðgerð? Verður tikið atlit til:
      1. at nýtt er mRNA íleguviðgerð, har allar djóraroyndir, seinastu 20 árini eru miseydnaðar, har djórini eru deyð av viðgerðini, ella neyðugt hevur verið at avlíva hesi!
      2. at nýtt er Lipid nanobitlatøknin, sum vísindin veit er larmandi vandamikil, nýtt óskipað, so sum til "koppseting", tá bitlarnir ferðast óskipað allastaðir!
      3. at Lipid nanobitlarnir fara ígjøgnum "heilt", virða ongar lívfrøðiligar reglur ella foringar, og kunnu gera skaða á m.a. mitokondrie!
      4. at Lipid nanobitlarnir eru eitrandi og kunnu skapa bruna har teir koma!
      5. at Spike proteinini eru eitrandi og kunnu skapa bruna har tey koma!
      6. at Lipid nanobitlarnir og Spike proteinini kunnu vera atvoldin til autoimmunar reaktiónir!
      7. at kyknur um allan kroppin, eitt nú í heila, hjarta og livur, verða settar at framleiða eitrandi Spike proteinir, óskipað, í nøgdum, og yvir eitt tíðarskeið, eingin hevur innlit í, fyri at menna andevnir, sum eru 13 ferðir veikari, enn tey sum vera ment á natúrligan hátt!
    3. Hvør er áskoðanin til kunningina um, at amerikanski staturin eigur patentið fyri innsettu aminosýrurnar PRRA, sum hevur við sær, at økt verður um evnini hjá Corona virusinum at smitta menniskju, umframt at smitta millum menniskju, sum verður lýst ikki vanligt?
    4. Hvør er áskoðanin til kunningina um, at Franski virologurin, Professara Luc Montagnier, sum fekk Nobel heiðursløn fyri at greina HIV virusið, hevur staðfest, eins og fleiri við honum, at Corona-virusið, við sínum Spike  proteini, hevur ílegutilfar frá HIV virus sett inn, sum vit vita er til ampa fyri immunverjuskipanina (AIDS/Acquired Immunodeficiency Syndrom). Talan er um sera professionelt arbeiði, framt við nærlagni, og stórum neyvleika, av mýllívfrøðingum, sum er vitleyst, tá HIV virus er sera vandamikið, leggur Luc Montagnier dent á. Alt fleiri mRNA íleguviðgjørd verða skrásett við mentum HIV andevnum?
    5. Hvør er áskoðanin til almennu tilmælini, um nýtslu av fleiri mRNA íleguviðgerðum (boostarum), tá ógvuslig økingin av Lipid nanobitlum og Spike proteinum fer fram, sum verður lýst av fremstu óheftu serfrøðini sum vitleyst og ørandi skaðiligt?
    6. Hvør er áskoðanin til, at altjóða serfrøðingar hava staðfest, at Pfizer mRNA skamturin rúmar billónir av DNA brotleivdum, tvs. ræðandi stórar nøgdir, sum stava frá óskipaðu framleiðsluni. Hesar leivdir skulu als ikki vera har, og í sera avmarkaðum nøgdum um so er. Millum hesar brotleivdir er funnið SV40 krabbameinselvandi ílegutilfar?

    7. Hvør er áskoðanin til, at altjóða serfrøðingar hava staðfest, at Pfizer brotleivdir eru flættaðar inn í DNA strongin í kyknukjarnuni, sum verður givið til næsta ættarlið. Alt eftir hvar einstaka DNA brotleivdin endar í DNA-stronginum, kann hetta hava við sær álvarsamar avleiðingar, millum hesar krabbavøkstur!

    8. Hvør er áskoðanin til, at altjóða serfrøðingar hava staðfest, at áhaldandi mRNA "koppseting", sum immunverjuskipanin sær sum eitt ógvusligt álop, har milliardir av eitrandi Lipid nonobitlum, til framleiðslu av milliardum av eitrandi Spike proteinum, er til stóran ampa fyri immunverjuskipanina? Verður tikið atlit til: 

      1. At Lipid nanobitlarnir ferðast kring alt likamið, m.a. til øll yrkisgøgn, og skapa bruna. Somuleiðis er støðug menning av nýggjum andevnum, saman við avleiðingunum av eitrandi Spike proteinunum, til stóran ampa fyri immunverjuskipanina, sum má raðfesta sínar uppgávur, og tískil gerst tolerant (Stór øking av IgG4 andevnum). Andevnið IgG4 droslar niður álvarsemið av vandunum, við kunning sínari til Immunverjuskipanina. Úrslitið gerst m.a., at okkara dreparakyknur, sum m.a. skulu beina fyri krabbakyknum, ikki fáa boð um at fara til verka.

    9. Hvør er áskoðanin til, at altjóða serfrøðingar hava staðfest, at Pfizer batch'ini eru sera ymisk í "dygd", har nøkur eru sera sjúkuelvandi, beinleiðis drepandi? - og hevur Heilsuverkið framt átøk, so hond er tikin um tey sum eru "koppsett" við teimum mest sjúkuelvandi batch'unum?


    6. Evni - Politikkur

        Kann landsstýriskvinnan í heilsumálum greina fyri okkum:

    1. Hví Covid átakið varð framt, við nýtslu av eksperimenterandi og sera eitrandi mRNA íleguviðgerð? - hvat var tað ein ynskti at náa við íleguviðgerðini? - og hvør er yvirskipaða skilvísis lýsingin av átakinum? Verður tikið atlit til:
      1. at upprunaliga grundgevingin var at sleppa undan at ovbyrja Heilsuverkið! - og tá tað skjótt vísti seg ikki at vera ein avbjóðing, tá varð grundgevingin broytt til at ein ynskti at fáa ment fjøldmótstøðuføri, við "koppseting" av 80%+ av tjóðini!
        1. Hví var grundgevingið broytt? Og hví varð hon broytt til eitt átak har 80%+ skuldu koppsetast, sum júst forðar fyri menning av fjøldmótstøðuføri?
      2. at nýta eina so lítla og viðbrekna tjóð, einans 55.400 sálir, í einum eitrandi mRNA ílegueksperimenti, har eingin kunnleiki var til, hvørki her og nú fylgjur, so sum deyðsføll, skaðar og sjúkur, ella langtíðarárin, sum óhefta serfrøðin støðugt ávaraði um, vil daga fram um 5 til 10 ár!
    2. Hví fullkomin tøgn hevur valdað í Heilsuverkinum, í djúpari andsøgn við alt skilvísi og læknalyftið:
      1. áðrenn "koppseting", frá mars til desembur 2020, tá tað snýr seg um heilsugóða ráðgevin, so sum vit síggja er framd av bólkum av læknum og granskarum, sum taka frástøðu frá Covid átakinum?
      2. og framhaldandi er undir verandi Covid átaki ("koppsetingin" byrjaði 30.12.2020), har stórur tørvur var, og er vaksandi, orsaka av skaðunum immunverjan fær av eitrandi "koppsetingarendurtøkum"?
    3. Hvør grundgeving lág aftanfyri lýsingarátakið "Ger sum Jákup", at tann einstaki skuldi taka støðu til koppseting, ikki einans fyri egna besta, sum er vanligt, men at nú hevði ein ábyrgd av, ikki at vera øðrum til ampa, ja, vera ommuni, pápanum og grannanum at bana? Verður tikið atlit til:
      1. at fremjast má undir ongum umstøðum koppseting, tá farsóttin ger um seg. Hetta kenna vit frá koppseting, skal ein ferðast til ávís landøkir, har mælt verður til ávísar koppsetingar. Tá verður ikki koppsett, dagin fyri fráferð, ella fyrst tá ein er komin til landið, men rúma tíð áðrenn fráferð. Hetta fyri, at ment verða nøktandi andevnir áðrenn fráferð. "Ein fær sær hendur á byrsuni, og løðir hesa, áðrenn lopið verður á fíggindan, og ikki undir álopinum"!
      2. at Heilsuverkið, sambært EMA, European Medisines Agency (Europæiske lægemiddelstyrelsen) hevur IKKI fingið góðkenning, har lýsast kann við, at "koppingarevnið" forar fyri smittu!
      3. at Heilsuverkið, sambært EMA, ikki hevur fingið góðkenning at nýta "koppingarevnið" til fjøldkoppseting, men hinvegin til "verju" av tí einstaka, sum krevur "Kunnað samtykki"! Sí leinkju 1, Sí leinkju 2, Sí leinkju 3

    4. Hvussu tað verður borgað fyri, framyvir, at fremsta óhefta vísindin altíð kemur til orðana, tó hon er útihýst av Big Pharma, Big Tech, Lægemiddelstyrelsen (fíggjað av Big Pharma), og ikki sampakkar við áskoðanarmyndarar í Heilsumálaráðnum ella í Heilsuverkinum annars?
    5. Hvør er áskoðanin til uppskotið hjá Professor Christine Stabell Benn, har hon mælir til í skrivinum, "Heilsuverkið sum flugtbelistur", at "Miðstøð" verður sett á stovn, har neyðugur fakligur førleiki er tøkur, til tær mongu avbjóðingar mRNA íleguviðgerðin er orsøk til, umframt tær avbjóðingar sum vilja koma?
    6. Um Heilsumálaráðið vil virka fyri, og lóggeva soleiðis, at tað ongantíð aftur gerst møguligt, at nýta tjóðina Føroyar, í einum heilsuligum royndarátaki, har djór vanliga verða, ella kunnu nýtast, til endamálið?
    7. Hvussu vil Heilsumálaráðið framyvir borga fyri, at einstaka heilsurøktarstarvsfólkið og einstaki fólkavaldi politikarin, sum ynskir at gera vart við viðurskifti, sum er brot á læknalyftið, góða heilsurøkt, og annars grundleggjandi heilsuligt skilvísi, at hesi ikki verða tept av ófrættakenda hugburðinum í Heilsuverkinum, og í politisku skipanini? Verður tikið atlit til:
      1. at júst hetta er farið fram undir skilaleysu handfaringini av Covid farsóttini, sum á ongan hátt hevur tænt tjóðini Føroyar, men hinvegin hevur kostað mannalív, framt álvarsamar skaðar og elvt til álvarsamar sjúkur, umframt skapt døpur útlit fyri hvat er í væntu, sambært fremstu óheftu serfrøðini?
      2. at júst hesi sum verða tept, aloftast eru best før fyri at traðka fram, eru júst lønt fyri at taka hond um tílíkar støður, og kunnu borga fyri, at fremsta óhefta vísindin verður tikin við uppá ráð, tjóðini at gagni!
    8. Hvussu Heilsuverkið vil handfara stóru avbjóðingina, sum fremsta serfrøðin hevur lýst, knýtta at Lipid nanobitlatøknini, og staðfest við hagtølum um allan heim, at barnsburðatalið er fallið í tíðarskeiðnum undir og eftir íleguviðgerð (føðitalið í Føroyum, fyri árið 2022, vísir eitt fall á 7.5%, 51 børn, í mun  til 2021), og eyðsýnt vil falla í komandi tíðum? Verður tikið atlit til:
      1. fyri kvinnuna: at Pfizer, longu í 2012 hevði staðfest, at eitrandi Lipid nanobitlarnir hópaðu seg upp í eggja-stokkunum, uttan mun til aldur, og kunnu gerast orsøk til barnloysi!
      2. fyri mannin: at eitrandi Lipid nanobitlarnir kunnu gerast orsøk til vánaliga sáðgóðsku!
    9. Hvør áskoðanin hjá Heilsumálaráðnum er, til tilvitaðu broytingarnar sum gjørdar eru á Spike proteinið? Verður tikið atlit til:
      1. Broyting 1: at ílegutilfar frá HIV virus er sett inn, sum greinarin av HIV virusinum, Nobel krýndi Luc Montagnir, hevur lýst sum vitleyst!
      2. Broyting 2: at kanningar vísa, at ein FCS lík kloyva er gjørd á Spike proteinið, har sett er inn fýra stk. aminosýrur, PRRA, sum hevur við sær, at økt verður um evnini hjá Corona-virusinum at smitta menniskju, umframt at smitta millum menniskju, sum annars ikki er vanligt!
      3. Broyting 3: at broyting 1+2 hevur við sær, at vandamikið Prion øki verður ment, har vandi er fyri, at mentar verða sjúkur, so sum Alzheimer, Parkinson's, Creutzfeldt Jakob og Sclerose, har Amerikanski staturin eigur patentið fyri innsetta PRRA?
      4. og at vísindin ger vart við, at álvarsama og tilvitaða broytingin á Spike proteinið, saman við Lipid nanobitlatøknini, uppfyllir treytirnar fyri grundgevingini, at marka Pfizer sproytuna, sum "Eitt evnafrøðiligt vápn", sambært reglunum hjá ST!
    10. Hvussu Heilsumálaráðið vil taka hond um stóru heilsuligu avbjóðingina, fámenta og tískil sera viðbrekna tjóðin Føroyar stendur við, í sambandi við skilaleysa Covid átakið, nú trúvirðið til granskingar- og eftirlitsstovnar, í stóran mun er burtur, tá hesir, sum skuldu virka sum verjugarður ímillum ísakalda Big Pharma, sum er uttan moralska kumpas, og annars verjuleysa borgaran, í stóran mun eru fíggjarliga tengdir at somu, og tískil bundnir niður? Verður tikið atlit til:
      1. at Big Pharma og Big Tech, eru vornir búskaparligir- og politiskir mastodontar, sum í dag verða lýstir av greinarum sum máttmiklari enn flest øll lond!
      2. at Big Pharma og Big Tech, fult og heilt stýra øllum tíðindaflutningi, og tískil útihýsa óheftu serfrøðini, umvegis nýggja stempul-amboðið "Fakta Check", um hon forar fyri fíggjarligu áhugamálunum, har heilsufakligu áhugamálini sýnast hava sera avmarkaða, um nakra, raðfesting!
      3. at Heilsuverkið og politiska skipanin, fult og heilt hava slept øllum heilsuligum varsemisreglum og skilvísi annars, og hava fylgt Big Pharma og Big Tech, fult og heilt, har 76% av føroya fólki eru vorin mRNA íleguviðgørd, við tí sum Nobel krýndi Luc Montagnier, og fleiri við honum, markað sum "reint eitur", - ja, "Eitt lívfrøðiligt vápn" sambært ST leiðreglum, har lantíðarárinið fyri 41.000 borgarar, sum allir útihýstir serfrøðingar hava ávara um, kann gerast lemjandi fyri viðbrekna samfelagið Føroyar!
        1. Viðkomandi staðfesting: Fleiri átøk, meinlík Covid átakinum, sum Big Pharma, umvegis WHO, roynir at virka fyri, við "New Pandemic Treaty” og ”International Health Regulations”, og síðani fyriskipað av EMA, Læge-middelstyrelsen, Sundhedsstyrelsen, Landslæknanum, Fólkaheilsustýrinum og Farsóttarnevndini, tá beina vit fyri óheftu vísindini og heilsuni hjá tjóðini Føroyar! - sum júst er endamálið hjá Big Pharma, tá Heilsuverkið, sum viðleikari, er vorið størsta orsøkin til skaðar, sjúkur og deyða, sum annars lá á 3. plássi áðrenn Covid átakið, eftir krabbamein og hjartasjúku!
    11. Um Heilsuverkið frameftir vil nýta Pfizer sum veitara av "heilivági"? Verður tikið atlit til:
      1. at Pfizer, sum partur av Big Pharma og Big Tech samstarvinum, hevur framt eina tilvitaða, og skipaða illgerð ímóti føroya fólki, har øll lokabrøgd eru nýtt, fyri at dylja og brongla dátur, so illgerðin gjørdust møgulig!
      2. at Pfizer, sambært almenna útsøgn frá varastjóranum, hevur bygt "flogfarið undir flúgving"!
      3. at Pfizer, sambært útsøgn frá whistleblowers, og staðfest av serfrøðini, Granskarin Jonathan Gilthorpe/Dr. Kevin McKernan (far út á 33min.) og Dr. Phillip Buckhaults , at einki eftirlit hevur verið við Batch framleiðsluni, við tí úrsliti, at hvør einstakur skamtur er illa dálkaður við bakteriuílegubrotleivdum, talan er um milliardir, sum ikki skulu vera har, og mest sannlíkt vil hava við sær álvarsamar avleiðingar!
      4. at Pfizer gevur loyvi til, at mRNA ílegustrongurin liggur vardur í einum Lipid nanobitli, PEG 2000, sum í sjálvum sær er sera eitrandi. Framleiðarin sigur soleiðis: "Used for research applications only. This product is not for human or animal use". Ávaring fær tó ikki Pfizer at blunka við, at hvør skamtur inniheldur billiónir av Lipid nanobitlum, sum verður sprænt inn í armin á barnakonuni, bróstakonuni, barninum, ungum sum eldri, har Lipid bitlarnir ferðast allastaðir, m.a. til øll yrkisgøgn, sum heila og hjarta, umframt mergin har blóðkyknurnar verða framleiddar!
      5. at Pfizer gevur loyvi til, at mRNA ílegustrongurin hevur eina "uppskrift", sum fær kyknuna at framleiða Spike proteinir við Prion øki, har vandi er fyri, at sjúkunum Alzheimer, Parkinson's, Creutzfeldt Jakob og Sclerose verða mentar!
      6. at Pfizer, sambært hagtølum, er mest muturspilta fyritøka, sum nakrantíð hevur sæð dagsins ljós, er uttan trúvirði og moralska kumpass, yvirhøvur, og livir fult og heilt upp til útsøgnina John D. Abramson's, Harvard Medical School, at fyritøkan fyrst og fremst hevur til endamáls at økja um úrtøkuna av íløguni, og virkar als ikki við heilsu okkara fyri eyga!
    12. Á hvønn hátt Heilsumálaráðið og Heilsuverkið vil viðgerða og nýta kunnandi tilfar og tilmælir, sum koma frá WHO, NIH, FDA, CDC, EMA, Lægemiddelstyrelsen, Sundhedsstyrelsen og Landslæknanum? - og vil fremsta óhefta serfrøðin, sum virkar í granskingarhøpi, uttan tilknýti til Big Pharma og Big Tech, frameftir fáa loyvi til at luttaka í viðgerðini av hesum kunnandi tilfari og tilmælum? Verður tikið atlit til:
      1. at teir sokallaðu eftirlitsstovnar gerast alsamt tættari knýttir at grunnum- og privatum "stuðulsveitarum", sum hesir stovnar skulu hava eftirlit við! Sum dømi kann nevnast, at Big Pharma fíggjar 87% av virkseminum hjá EMA (80%+ hjá Lægemiddelstyrelsen). Fyri Covid handfaringina, hevur júst hetta verið orsøkin til at mRNA íleguviðgerðin fekk EUA góðkenning, har týðandi heilsufakligu atlitini vóru misrøkt!
    13. Vil Heilsumálaráðið/Mentamálaráðið síggja til, at almenna KVF fær loyvi til at virka frítt í Heilsuverkinum, eftir Public Service sáttmálanum, tá talan er um at kunna borgaran um heilsufaklig átøk, har KVF fær loyvi til at lata fremstu óheftu serfrøðina koma til orðana, og stilla viðkomandi spurningar?
    14. Metir Heilsumálaráðið, at læknalyftið er brotið, í teimum førum, har lækni mælir til, ella fremur mRNA íleguviðgerð, tó fremsta serfrøðin markar átakið sum ørandi vitleyst, og revsuvert, har framt er størsta royndarátak, áður fram á menniskju, uttan at kenna avleiðingarnar? Verður tikið atlit til:
      1. at Sundhedsloven er brotin, tá neyðug kunning ikki er framd, til fullgóða støðutakan!
      2. at Heilsuverkið hevur givið villeiðandi kunning, tá virknaðurin er lýstur sum RRR (95%), har kunningin ARR (0.85%) er áløgd! 
      3. at júst tøgnin millum allar læknar í Føroyum, hevur givið Pfizer neyðuga skotbráðið at fáa mRNA íleguviðgjørt 41.000 føroyingar! - og er tøgnin áløgd, ella framd sum felagslig háttan?
      4. at millum hesi mongu mRNA íleguviðgjørdu, eru mong deyð, og enn fleiri vorin skadd og sjúk!
      5. at fremsta serfrøðin hevur ávarað og neyvt greinað avleiðingarnar, sum vildu standast av Covid handfaringini, júst so sum vit síggja hesar í dag, sum tískil skuldi borga fyri nøktandi kunning til støðutakan, heilt frá byrjan av farsóttini!
    15. Um Heilsumálaráðið vil virka fyri, at nýggjur blóðbanki verður stovnaður, fyri tey 13.000 sum ikki eru mRNA íleguviðgjørd? Verður tikið atlit til:
      1. at tey sum ynskja ikki mRNA íleguviðgjørt blóð, hava møguleikan at velja tað til, tá kanningar greitt prógva, at mRNA íleguviðgjørt blóð er broytt munandi, m.a. sæst at blóðkyknur eru fyltar við Spike proteinum!
      2. at hetta kann koma at hava týdning fyri tey mRNA íleguviðgjørdu, tá tey skulu í viðgerð fyri sínar íleguviðgerðar-skaðar, so hesi kunnu fáa ikki mRNA íleguviðgjørt blóð!
    16. Um Heilsumálaráðið vil virka fyri, at Heilsuverkið biður um granskingarúrslitini kring dygd, ARR-virknað og hjáárin, fyri øll koppingarevnir nýtt í Føroyum? - somuleiðis fáa lýst neyvt tey viðurskifti Sundhedsloven leggur upp til kring "Kunnað samtykki", so tann einstaki borgarin hevur fullgóða kunning til greiða støðutakan?
    17. Um Heilsumálaráðið vil virka fyri, at CDC verður biðið um fullfíggjað avrit av teimum heilsukanningum stovnurin hevur framt av Amish fólkinum?
      1. Um hetta ikki verður játtað, tá at seta niður granskingarbólk herheima, sum fremur heilsukanningina? Verður tikið atlit til:
      2.  at Amish fólkið fylgir ikki CDC leiðbeiningum, og fremur ikki tær koppsetingar okkara børn fáa, har hesar verða settar í samband við ørandi vøksturin av autismukendum sjúkum, okkara børn og ung í dag dragast við? 
    18. Um Big Pharma veitir fígging til ávíst virksemi í føroyska Heilsuverkinum? Um so er, hvør er veitarin? hvat virksemi er talan um? hvør er upphæddin? og hvøjir persónar eru knýttir at/virka á teimum?
      1. Vil landsstýriskvinnan í heilsumálum bera so í bandi, at allur stuðul veittur virkandi í Heilsuverkinum, frá Big Pharma, liggur atkomuligur á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, við upplýsingunum lýstar omanfyri? - talan er um áður veittan stuðul, nú og komandi!
    19. Um Heilsumálaráðið metir, at leikluturin hjá Amerikanska statinum eigur at verða viðgjørdur í løgtinginum, nú tað er prógvað, at broytingar eru framdar tilvitað á Spike proteinið, har PRRA tillagingin, patenterað av Amerikanska statinum, er týðandi liður í menningini av syntetiska Spike proteininum, so hetta gerst "Eitt lívfrøðiligt vápn"? Her er tørvur á, at vísindaliga kunningin, lýst niðanfyri, gerst partur av viðgerðini:
      1. at Spike proteinið á SARS-CoV-2 virusinum og "Spike proteinið í Pfizer sproytuni" eru ikki ílegufrøðiliga eins, tó hava bæði, tilvitað, fyngið ment eitt vandamikið Prion øki!
        1. Prion økið er orsøk til, at stórur vandi er fyri, ferðast SARS-CoV-2 virus, sum smitta, ella Lipit nanobitlar eftir "koppseting" til heilan, er vandi fyri at mennast kunnu nervafrøðiligar sjúkur, so sum Alzheimer, Parkinson's, Creutzfeldt Jakob og Sclerose!


    §

    Eru heilsufakligu grundgevingarnar ikki fult grundfestar í vísindi, og menniskjaligum skilvísi, er talan um revsuvert brot á læknalyftið, og tær varsemisreglur og siðvenjur, etisku reglur og lógir, sum taka hond um heilsurøkt av tí einstaka borgaranum, umframt altjóða mannarættindasáttmálar, sambært serfrøðini!