Størsti fíggindin til kunnleika er ikki fáfongd, men hinvegin gyklið um, at ein heldur seg vita! Stephen Hawking
ÓHEFTA VÍSINDIN HEVUR MÆLT TIL TRYGGA OG ROYNDA
COVID FYRIBYRGING OG VIÐGERÐ!
Heldur enn eitrandi og sera vandamikla eksperimenterandi íleguviðgerð, hevur óhefta vísindin mælt til trygga og roynda viðgerð, við Nobel krýndum heilivági - IVERMECTIN - uttan hjáárin als. Hon er tilvitað útihýst av Heilsuverkinum, tó milliónir hava nýtt hesa við framúrskarandi góðum úrsliti. Hon verður somuleiðis lýst sum rætta loysnin til verju ímóti krímsjúku, heldur enn verandi krímkoppseting.
Sí her hvussu einfalt CCCA (700 læknar +) roynda protokollin tekur hond um borgaran, eftir leiðregluni:
KOPPSETTI HEVUR KRAV UM KUNNAÐ SAMTYKKI TIL GREIÐA STØÐUTAKAN!
HESA KUNNING SKULU ØLL COVID KOPPSETT HAVA ÁÐRENN KOPPSETING!
Sambært Sundhedsloven, so skal viðkomandi sum fremur koppsetingina, heldur sproytuni, ella viðkomandi sum hevur ábyrgd av koppsetingarstaðnum, geva fullgóða kunning um fyrimunir og vansar við koppsetingini, til greiða støðutakan, har lágmarkið fyri tílíka kunning skal fevna um:
CCCA: Sí neyvari kunning! CCCA: More Harm Than Good
Onnur týðandi kunning sum skuldi verið givin so hvørt hon var tøk!
Tað kundi skjótt staðfestast, at mRNA íleguviðgerðin hevði ongantíð fingið EUA góðkenning og nýtslurætt, vóru ikki allir liðir mutraðir, sum annars skuldu vart okkum, ímóti siðspilta og eitrandi Big Pharm, - millum hesi okkara eftirlit Lægemiddelstyrelse!
Tað er hugstoytt at WHO skuldi gerast slóðari, við dirigentstavinum, har muturspiltu viðleikararnir Big Tech, MSM og Eftirlitsstovnar, skuldu borga fyri, at mongu skaðarnir, sjúkurnar og deyðsføllini, sum Big Pharma søguliga visti vildu liggja í súginum, tilvitað kundu dyljast!
At okkara Heilsuverk hevur valt at venda blinda eygað til ræðuleikarnar, knýttir at ílegu-viðgerðini, og framvegis fylgir Lægemiddelstyrelsen og Sundhedsstyrelsen, har 76% av føroya fólki eru drigin inn í eitt royndarátak, har eingin dugur at lýsa til fulnar hvørjar avleiðingarnar kunnu gerast, er sjálvsagt revsuvert!
Koppingarevnið og verja
Koppsetti skuldi verið kunnaður um, áðrenn koppseting:
koppingarevnið forar fyri smittu!
Eitrandi Lipid nanobitlarnir sum ferðast allastaðir
Koppsetti skuldi verið kunnaður um, áðrenn koppseting:
Barnakonan, bróstakonan og barnið
Koppsetti skuldi verið kunnaður um, áðrenn koppseting:
HIV ílegutilfar er í syntetiska Spike proteininum kyknurnar framleiða
Koppsetti skuldi verið kunnaður um, áðrenn koppseting:
Pfizer koppingarevnið er framleitt uttan neyvt eftirlit
Koppsetti skuldi verið kunnaður um, áðrenn koppseting:
ÁHEITAN FRÁ FREMSTU SERFRØÐINI
GEVIST Í STUNDINI VIÐ mRNA ÍLEGUVIÐGERÐINI!
Tað er átrokandi neyðugt, at Heilsuverkið skipar eitt fevnandi átak fyri alt fólkið, har skipað verður eitt toymi, við serkønari vitan um mRNA ílegutøkni, og avleiðingarnar av henni, so øll koppsett verða útgreinað!
Samstundis skulu mennast protokollir, við støði í teimum, fremsta serfrøðin hevur ment, og roynt, so hond verður tikin um tey sum hava avbjóðingar, og framd verður Spike aveitran av øllum koppsettum, sum verður lýst alneyðug!
Fyri gentubørn og kvinnur í burðadyggum aldri, er neyðugt at kanna hvørjir møguleikar eru fyri at fáa loyst sundur eitrandi Lipid nano-bitlarnar, sum eru savnaðir í stórum tali í eyggjastokkunum!
Dr. Dolores Cahill lýsir her, á eyðskildan hátt, Covid átakið, hvørji misbrot eru framd, og hvussu tann einstaki koppsetti, verji og avvarðandi, kann ábyrgda tey sum hava framt mRNA íleguviðgerðina.
Tað er ikki neyðugt at fara í rættin! Løgfrøðiliga lýsingin er at finna úti á 29:43 - 37.05 min.!
Tað er ábyrgdin hjá okkum øllum, at borga so fyri, at tílík illgerð ikki fær loyvi til at endurtaka seg.
Tað verður einans framt um tey verða ábyrgdað, sum hava luttikið í illgerðini.
Verður tað ikki framt, tá svíkja vit børn og barnabørn okkara!
"Læknayrkið er fyribeint av mentum kliniskum mannagongdum, sum virka til frama fyri Big Pharma!"
"Neyðugt er at byrja heilt av nýggjum, við nýggjum læru-stovnum!"
Okkara heilsurøktarstarvsfólk verða avlærd av lærdum á lønarlista hjá Heilivágsídnaðinum, har somu hava ment kliniskar protokollir, sum beinleiðis tæna Heilivágs-ídnaðinum, sum avlærd heilsu-røktarstarvsfólk SKULU fylgja.
Ment er sostatt ein sjúkuelvandi og drepandi ringrás, sum kann lemja eitthvørt samfelag!
Talan er ikki longur um heilsurøkt, men um sjúkrarøkt, har ein støðugt verður hildin í heilivágsviðgerð!
Ein sera rørdur barnalækni kemur her við eini áheitan á allar læknar, sum hava verið sera tigandi, hava góðtikið verandi narrativ, og valgt ikki at lurta eftir serfrøðini, men fylgt protokollum, har forað er fyri, at tryggur og virkin heilivágur er nýttur, um at endurnýggja sín fakliga stoltleika! - og vísa samhuga við sínum sjúklingum!
Tøgnin er óvirðilig og ger skaðan størri, tá fremsta serfrøðin mælir til at gera protokollir, sum útgreina tey koppsettu, har veitt verður neyðug hjálp, m.a. við Spike aveitran!
Tørvur er á blóðbanka, har blóðið ikki er eitrað við Spike proteinum. Barn er deytt eftir at hava fingið blóð frá Covid koppsettum!
Eg stuðli av fullum hjarta koppseting, har siðbundni hátturin verður nýttur. Eg var millum tey fyrstu í Bretlandi at fáa tvær Pfizer koppsetingar í januar 2021. Faðir mín, pensioneraður lækni, varð somuleiðis koppsettur, og viðmæltu vit øðrum at gera á sama hátt.
Vit vita væl frá royndum, at koppingarevnir nýtt ímóti Corona virus, ikki hava verið til stóra hjálp, tó so kom mær ikki til hugs, at koppsetingin skuldi geva nøkrum mein. Eg luttók í sjónvarpssending "Good Morning Britain", har eg ráðgav teimum sum vóru ivasom til koppsetingar.
Fleiri hendingar fekk meg síðani at undrast, rakna við, og savna meg um vandar knýttir at koppingarevninum, umframt at faðir mín doyði brádliga av hjartasteðgi, tó hann ikki kundi bólkast millum teirra sum vanliga verða rakt av hesum.
Í læknafrøðiligum "hjarta- og hjartasjúku" tíðarriti, gjørdi lækni vart við, at sjúkligar hann fylgdi regluliga, vístu blóðroyndir teirra, júst eftir koppseting, tekin um ógvusligan bruna í kroppinum. Vit tosa tá um vandatekin, har talan er um autoimmunar sjúkur, tær eru omanfyri 80 í tali, har immunverjan av misgáum beinir fyri egnum vevnaði. Talan kann eisini vera um krabba. Eftir bert 2- til 8 vikur høvdu tøl teirra brotið øll mørk, millum hesi, vandan fyri hjartasteðgi, sum var øktur úr 11% til 25%. Tílíkt kemur ikki fyri vanligt, hvussu ósunnur livihátturin annars er!
Somuleiðis kom skelkaður starvsfelagi til mín. Hann boðaði frá, at ein bólkur av granskarum, av tilvild vóru komnir fram á, at tey koppsettu vístu greið tekin um bruna í kroppinum, har tað ikki kom fyri millum tey ikki-koppsettu. Hann gjørdi annars vart við, at hetta bleiv ikki kunngjørt alment, tá vandi var fyri at missa fíggjarliga stuðul teirra frá Big Pharma.
Skjalatilfarið, sum hevði við sær, at Pfizer fekk endaliga góðkenning frá eftirlitsstovnum, er í dag eftirkannað av óheftum serfrøðingum. Hesi data vísa:
"Tað eru størri sannlíkindi fyri, at mRNA íleguviðgerðin gevur einum álvarslig hjáárin, heldur enn at ein endar á sjúkrahúsi orsaka av Covid smyttu"!
Álvarsamar skaðafráboðanir í UK: 800.000 Covid skaðafráboðanir eftir 9.7 milliónir skamtar, har kendu koppsetingarnar geva 1 fráboðan fyri hvørja millión skamtar. Heldur enn 800.000 fráboðanir skuldi talið ligið um 10. Og ypt verður øksl!
Niðurstøðan er tískil greið: "mRNA íleguviðgerðin skuldi ongantíð verið EUA-góðkend"
Lurta eftir Dr. Aseem Malhotra framløguni á sjúkrahúsi í Mumbai!
NEW ZEALAND
LÆKNAR, TANNLÆKNAR OG ONNUR HEILSURØKTARSTARVSFÓLK
HEITA Á STJØRNINA UM AT STEÐGA SERA VANDAMIKLU COVID INNSPRÆNINGINI!
Yvirskipað er galdandi fyri Pfizer batchini, at ógvusligt og víðfevnt óskil er á dygdini á batchunum, har ávís batch eru sera eitrandi, umframt at vandamikil óreinska frá framleiðsluni er partur av innihaldinum. Stór mongd av sera vandamiklum Bakteriuplasma-DNA eru at finna, umframt innihald av ílegutilfari frá SV40-virus, sum er krabbameinselvandi!
Avgerandi og endalig prógv eru fyri, at ógvusligir vandar eru knýttir at Covid innspræningunum, har endurtøka av innspræningum ger skaða á immunverjuskipanina!
Somuleiðis er Covid innspræningin beinleiðis orsøk til álvarsamar sjúkur, innleggingar og deyða! Nevnast kann m.a.:
SKILALEYSA TILMÆLIÐ Í FØROYUM
HEILSUVERKIÐ Í FØROYUM HEVUR VALT AT GANGA PLANKAN ÚT!
TÍSKIL ER EINGIN SUM MÆLIR TIL AT STEÐGA EITRANDI OG SERA VANDAMIKLU
COVID INNSPRÆNINGINI SUM GER SKAÐA Á IMMUNVERJUSKIPANINA!
Tilboð um ókeypis koppseting - heystið og veturin 2023/24
Tey, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri COVID-19 eru fólk, sum hava fylt 65 ár, fyritíðar-pensjónistar, fólk í vandabólki fyri at gerast álvarsliga sjúk um tey fáa korona og ávís starvsfólk á heilsu- og røktarøkinum. Koppsetingin fer fram hjá kommunulækna ella á apotekum.
Tey, sum ikki eru fevnd av tilboðnum um ókeypis koppseting, kunnu verða koppsett við at rinda fyri koppsetingina.
SVENSKIR LÆKNAR SPYRJA
ER TALAN UM AVFÓLKING? - OG ER TAÐ GJØRT FULT TILVITAÐ?
HEILSUVERKIÐ - ÍLEGUVIÐGERÐIN
ÁVARINGAR FRÁ LÆKNUM
HEILSUVERKIÐ - ÍLEGUVIÐGERÐIN OG BROT Á SUNDHEDSLOVEN
HEILSUVERKIÐ OG YVIRDEYÐSTÍTTLEIKI
HEILSUVERKIÐ - ÍLEGUVIÐGERÐIN
HJARTATRUPULLEIKAR, MYOCARDITIS
HEILSUVERKIÐ - ÍLEGUVIÐGERÐIN
DIABETES, HEILASKAÐI, SCLEROSIS, BLÓÐTØPPAR, EITRANDI SPIKE PROTEINIÐ
Esaias 41:13
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: "Óttast ikki! Eg hjálpi tær!"
Heilivágur er eitt persónligt TILVAL, síðsti útvegur, og ikki eitt FRÀVAL!
hippocrates@hippocrates.fo