KRABBAMEIN


RÆÐANDI KRABBAMEINSTILBURÐIR KNÝTTIR AT mRNA ÍLEGUVIÐGERÐINI

Eg havi ongantíð áður eygleitt krabbavøkstur farandi fram á tílíkan hátt!

    • Stig 4 bróstkrabbi hjá kvinnum í 20'unum!
    • Stig 4 krabbi í langanum (tyktarm) hjá kvinnum og monnum í 20'- og 30'unum!
    • Blóðkrabbi (leukemi), sum drepur eftir bert fáum døgum, um ikki sama dag sjúkan er staðfest!
    • Lymfukrabbi sum drepur eftir stutta tíð, bert mánaðir eftir staðfesting!


    So sigur onkologur, serlækni í krabbameinssjúkum, William Makis, sum hevur sjúkugreinað omanfyri 20.000 krabbameinssjúklingar





    Pfizer "koppingarevnið", Heilsuverkið hevur givið 76% av føroyingum, er ongantíð góðkent til fjøldkoppseting, men hinvegin til verju av tí einstaka  sum krevur Kunnað samtykki Somuleiðis er "koppingarevnið" IKKI  góðkent at fora fyri smittu! Sí leinkju 1, Sí leinkju 2, Sí leinkju 3

    FREMSTA VÍSINDIN LÝSIR HESAR ORSØKIR TIL ÓGVUSLIGA VØKSTURIN Í KRABBAMEINSTILBURÐUM KNÝTTAR AT mRNA ÍLEGUVIÐGERÐINI!

    BÝTTLINGUR ER HANN SUM ENDURTEKUR SAMA ÁTAK TÓ VÍSUR Í EINUM ØÐRVÍSI ÚRSLITI   Albert Einstein


    Nobel krýndi Dr. Luc Montagnier, - greinaði HIV virusið. Dr. Robert Malone, - mennarin av mRNA og DNA ílegutøknuni:

    Í parlamentinum í Luxembourg, 12. januar 2022, lýsir Montagnier Pfizer "koppingarevnið" sum eitur! Somuleiðis greiðir hann frá í fronskum sjónvarpi, at syntetiska Spike proteinið hevur fingið sett inn ílegutilfar frá HIV virus. "Talan er um sera professionelt arbeiði, framt við nærlagni, og stórum neyvleika, av mýllívfrøðingum. Hetta er sjálvsagt vitleyst, tá HIV er sera vandamikið", - staðfestir Montagnier í kvikmyndabrotinum, sí leinkju 1! 


    Úrslitið av hesum gerst, at framt verður skaði á immunverjuskipanina (AIDS/Acquired Immunodeficiency Syndrom). Robert Malone lýsir á leinkju 2, orsøkina til AIDS, og hvussu hetta skal skiljast.

    Sí leinkju 1, Sí leinkju 2, Sí leinkju 3


    World Council For Health: Altjóða serfrøðingar hava staðfest, at Pfizer mRNA skamturin rúmar billónir av DNA brotleivdum, tvs. ræðandi stórar nøgdir, sum stava frá óskipaðu framleiðsluni. Hesar leivdir skulu als ikki vera har, og í sera avmarkaðum nøgdum um so er. Millum hesar brotleivdir er funnið SV40 (promotor/enhancer DNA) krabbameinselvandi ílegutilfar

    Sí leinkju 1Sí leinkju 2Sí leinkju 3


    Dr. Jessica Rose: Umframt at billiónir av DNA brotleivdum eru í Pfizer mRNA skamtinum, sum er staðfest flættað inn í DNA strongin í kyknukjarnuni, eru sannlíkindi fyri krabbavøkstri, umframt mongum øðrum álvarsomum avleiðingum, alt eftir hvar einstaka DNA brotleivdin endar í DNA-stronginum!


    Eisini er áhaldandi mRNA "koppseting", sum immunverjuskipanin sær sum eitt ógvusligt álop, har milliardir av eitrandi Lipid nonobitlum, til framleiðslu av milliardum av eitrandi Spike proteinum, til stóran ampa fyri immunverjuskipanina. Orsøkin er, at Lipid nanobitlarnir ferðast kring alt likamið, til øll yrkisgøgn. Somuleiðis er støðug menning av nýggjum andevnum, saman við avleiðingunum av eitrandi Spike proteinunum, til stóran ampa fyri immunverjuskipanina, sum má raðfesta sínar uppgávur, - og gerst tískil tolerant (Stór øking av IgG4 andevni). Andevnið IgG4 droslar niður álvarsemið av vandunum, við kunning sínari til Immunverjuskipanina (Lýst av Vejon Health)  Úrslitið gerst m.a., at okkara dreparakyknur, sum skulu beina fyri krabbakyknum, ikki fáa boð um at fara til verka.

    Sí leinkju 1, Sí leinkju 2, Sí leinkju 3 


    Professari Angus Dalgleish, í samrøðu við Dr. John Campbell: Dalgleish lýsir somuleiðis vandan knýttur at menning av IgG4 andevnum. Dalgleish og felagar hansara kunnu staðfesta stóran vøkstur í krabbameinstilburðum eftir "koppseting", serliga í sambandi við boostarar. Tey sum áður hava havt krabba vísa greið tekin um, at hesin kann daga fram av nýggjum av "koppsetingini", og hevur spreitt seg. Sí leinkju 1, Sí leinkju 2, Sí leinkju 3   


    Granskarin Jonathan Gilthorpe og Dr. Phillip Buckhaults: Pfizer whistleblower's hava kunna um manglandi eftirlitið við framleiðsluni, og lýsir granskarin Jonathan Gilthorpe hvat Dr. Kevin McKernan hevur staðfest, at framleiðslan er ein heilsufrøðilig marra, sum kann hava við sær fleiri álvarsamar heilsufrøðiligar avleiðingar! Dr. Phillip Buckhaults, sum ynskti at eftirkanna úrslitini hjá Dr. Kevin McKernan, kom til sama úrslit. Buckhaults lýsir her hvørjar álvarsligu avleiðingarnar kunnu gerast av skilaleysu batch framleiðsluni.

    Sí leinkju 1 (far út á 33 min.), Sí leinkju 2


    Dr. William Makis: Vit síggja greið tekin um hvør verður raktur av krabbameini, tá fakbólkar, sum vóru áløgd at lata seg "koppseta", trýna fram í stórum tali. Nevnd verða læknar og onnur heilsurøktarstarvsfólk, lærarir, løgregla, sløkkjulið, herfólk, starvsfólk innan flogferðslu,  umframt ung lesandi í aldrinum 18 til 24 ár.

    Sí leinkju 1

    Dr. William Makis

    "Eg havi ongantíð áður eygleitt krabba-vøkstur at fara fram á tílíkan hátt"!

    Soleiðis sigur Makis, tó drúgvar royndir at greina krabbameinssjúklingar. Her hugsar Makis um ógvusligu økingina av krabba-meinstilburðum, sum hava fingið heitið "Turbo Krabbi".


    Dr. John Campbell ger samandrátt av samrøðu við Professara Angus Dalgleish, við áralongum viðgerðarroyndum og gransking í krabbameinssjúkum.

    Dalgleish lýsir álvarsomu fylgirnar av "koppsetingunum" og serliga boostarum.

    Sí eisini samrøðurnar Campbell hevði við Dalgleish: Samrøða 1, Samrøða 2, Samrøða 3


    Samrøða við Dr. David Grimes sum lýsir stóra týdningin av Vitamin D!

    Serfrøðingar boða frá ógvusligari øking av krabbameinstilburðum, eftir "Covid koppseting", eisini millum ung.

    Talan er í fleiri førum um Turbo Krabba, aggressivan krabba, sum er torførur at taka hond um, tá vanligar viðgerðir ikki rína við. 


    DNA integrated in cancer cell line


    Samrøða við Dr. William Makis lýsir støðuna í Kanada har hann hevur virkað sum serlækni í krabbameinssjúkum.

    93 læknar eru deyðir av mRNA kopp-settingini. Flest allir læknar í Kanada eru "koppsettir", sum er kravið, skalt tú virka sum lækni. Fleiri teirra hava 3-, 4- og 5 prik.

    Turbo Krabbi millum ung

    Ung lesandi á skúlum, vit tosa um ung í aldrinum 18 til 24 ár, har álagt varð øllum at mRNA "koppseta" seg, eru millum tey mongu sum eru rakt av stóra vøkstrinum av krabbameinstilburðum.



    CHD Grein 1  CHD Grein 2

    Prof. Dr. Phillip Buckhaults Okkara kannangir vísa, at sera stór nøgd av DNA brotstykkjum eru at finna í hvørjum skamti, áleið 200 milliardir DNA brotstykkir.

    Brotstykkini kunnu gerast orsøk til hjarta-tilburðir, autoimmunsjúku og krabba. Mest sannlíkt vilja brotstykkir gerast partur av okkara DNA, og givið næsta ættarliði!

    Øking av krabbatilburðum í FO. Tó eingin lýsing av orsøkini! Pathologurin Ute Kruger gevur ávíst innlit

    COVID Vaccines Are Producing Unusual Numbers Of Cancers

    93 Canadian Doctors Dead After Vaccine

    Turbo Cancer

    COVID Vaccine Injury Data: 143,233 Percent Increase in Cancer

    Woman's Cancer Erupts After COVID-19 Booster Shot

    KRABBAMEINSFYRIBYRGING OG VIÐGERÐ

    EFTIRLITSMYNDUGLEIKAR FORA FYRI GÓÐKENNING AV VIÐGERÐARHÁTTUM SUM GEVA BIG PHARMA KAPPING

    Professor Angus Dalgleish, MD FRCP FRACP FRCPath Fmed Sci

    Professor of Oncology at St George's University of London (Oncology is a branch of medicine that deals with the study, treatment, diagnosis and prevention of cancer)


    • He is a Fellow of The Royal College of Physicians of the UK and Australia, Royal College of Pathologists and The Academy of Medical Scientists.
    • His main interest has been the immunology of cancer and the development of immunotherapies to treat, in particular, melanoma (húðkrabbi).
    • He currently sits on eight editorial boards, is the author or co-author of peer reviewed scientific papers and over 70 chapters in medical books. He is the co-editor of five medical books.
    • He has been on numerous grant committees and is currently on the European Commission Cancer Board.

    T-kyknurnar: eru ein týðandi liður í okkara immunverjuskipan, og hava serstakan týdning, skal forðast fyri at krabbavøkstur tekur seg upp, - somuleiðis, er hann har og skal berjast niður. 


    Dalgleish ger vart við, at vit hava tørv á at taka hond um T-kyknur okkara. Tær skulu stimbrast, tá virknið teirra er tengt at nøgd av D vitaminum í blóðinum. Tað er staðfest at T-kyknu virknið byrjar á fella um 55 ára aldur, og kann fella niður í nærum einki um 70 til 75 ára aldur. Samstundis fer fram ein øking av bruna í likaminum, og staðfestast kann, at tilburðirnir av krabba økjast.


    Heldur enn at venda alt okkara uppmerksemi ímóti fíggindanum, og greina "hvørji skotvápn hann nýtir", fyri soleiðis at menna skjøldur/andevnir, so sum gjørt er undir Covid-farsóttini, so er tað av munandi størri týdningi, at stimbra okkara sera fjøltáttaðu viðføddu- og lærandi immunverjuskipan (HERMEGI), so verjan er fleirstreingjað, og í besta standi! Tá kann fíggindin broyta herlist/mutera sum honum listir!


    Hava vit eina vælvirkandi immunverjuskipan, tá vil viðfødda immunverjan (Innate Immunity) vera før fyri at berja niður 80% av einum virusálopi, har lærandi immunverjan (Acquired Immunity), B- og T-kyknurnar, taka hond um tað sum eftir er.  

    Vitamin D og IMM-101: Dalgleish hevur í fleiri enn 30 ár granskað koppingarevni, har dentur er lagdur á immunverjuvirkni, heldur enn ment andevnir. Dentur hevur verið lagdur á T-kyknu virknið. T-kyknu virknið hevur eginleikan at taka hond um eina røð av ymiskum avbjóðingum, so sum krabbameinskyknum, kyknum fongdar við virus, umframt bakteriur.


    Ment er eitt koppingarevni IMM-101. Talan er ikki um mRNA ílegutøkni. Ístaðin verða nýttar hitaviðgjørdar micro-bakteriur, tvs. deyðar bakteriur. Koppingarevnið hevur víst seg at boosta viðføddu immunverjuna og økja um T-kyknu virknið munandi. Eldri, veik og við heilsuligum avbjóðingum, koppsett við IMM-101, eru ikki vorin Covid- ella krímsjúk. Vitamin D + IMM-101 saman við aðrari krabbameinsviðgerð hevur víst seg at økja mundi um virknið av ávísi viðgerðini.


    Vitamin D og Kemoterapi: Dalgleish undraði seg yvir, at kemoterapi var virki fyri nakrar sjúklingar, og fyri aðrar var eingin virknaður. Tað vísti seg síðani, at vitamin D mangul var ein orsøk til at so var. Vóru hesir sjúklingar viðgjørdir við vitamin D, broyttist úrslitið. Alt ov nógv hava stórt undirskot av vitamin D, og er ein orsøk, at ov nógv sólkrem verður nýtt summarhálvuna. Hann mælir frá at nýta faktor 50+.


    Krabbi og Covid íleguviðgerð: Í 30 ára hevur Dalgleish framt granskingarroyndir, har hann hevur hugsavnað seg um krabbameinsviðgerð knýtt at húðkrabba (Melanoma), og skipaðum eftirliti av teimum viðgjørdu. Tað hevur eydnast honum at hildið lív í eldri krabbameinsraktum sjúklingum, har talan hevur verið um illkyknaðan húðkrabba (maligna melanoma), í 20 ár. 


    Við eitt so broyttist støðan hjá sjúklingum hansara. Starvsfelagar hansara, sum somuleiðis granskaðu í krabbameinsviðgerð, m.a. blóðkrabba, høvdu somu royndir. Sjúklingarnir kundu sjálvir staðfesta at støðan broyttist eftir Covid koppseting. Covid boostarin hevði avgerandi hjáárin! 


    Boostarin er orsøk til krabbavøkstur: Orsøkin er hon, at einhvør immunverja hevur eina avmarkaða orku, sjálvsagt. Verður hon støðugt sett at virka nýggj andevnir, og taka sær av ógvusliga Nanobitla- og Spike álopinum, og eitrandi og sjúkuelvandi avleiðingunum av teimum, sum fer fram um alt likamið, eftir hvørja Covid koppseting, tá hevur immunverjan avmarkaða orku at taka sær av dagligu rakstraruppgávunum. Immunverjan hevur tá tørv á at raðfesta "ávaringarboðini", har T-kyknu virknið verður drosla niður, og IgG4 andevnir ment. Dalgleish kundi staðfesta, júst sum fráboðað í Peer Review frágreiðing, at T-kyknu virknið fall saman (crach'aði), fyri mangar av sjúklingum hansara, eftir Covid boostarar!


    Heilsuverkið og krabbi: Dalgleish ger vart við, nú Heilsuverkið ikki sær nakað samband millum mRNA íleguviðgerðina og ógvusliga vøksturin í krabbameinstilburðum, at í øllum øðrum viðurskiftum, skulu einans tveir samanfallandi tilburðir til, fyri at vekja høvuð-brýggj, og framdar verða neyðugar kanningar. Í Føroyum var svarið frá Lændslæknanum, um óhugnaligu økingina av krabbameinstilburðum, har 120 fleiri krabbameinsraktir føroyingar vóru sendir til Danmarkar, at einki samband var millum vaksinuna og økta talið av sjúklingum!


    IMM-101 góðkenning: Hví IMM-101 ikki verður góðkent av eftirlitsmyndugleikum, til almenna nýtslu, tá fleiri ára royndir prógva sera góð úrslit, heilt uttan hjáárin, kann hvør einstakur meta um. Tó, vit kunnu staðfesta, at koppingarevnið vil skerja inntøkumøgu-leikarnar hjá Big Pharma, sum fíggjar eftirlitsmyndugleikarnar!



    HJÁLP TIL SJÁLVHJÁLP: Við staðfesting av IgG4 andevnum boðar immunverjuskipanin frá vandastøðu, at eitthvørt er áfatt, sum hond skal takast um við tað sama. Øll Covid koppsett skulu biðja um at fáa framt eina "Immunoglobulin Test", so greiða kann fáast á hvussu immunverjuskipanin yvirskipa hevur tað. Talan er tískil ikki einans um IgG4 andevnir, men eina fullkomna støðulýsing av immunverjuskipanini. Somuleiðis skal Vitamin D innihaldið í blóðinum kannast, sum Covid koppsettur skal røkja við nærlagni!


    IgG4 boðar frá bruna, sum eftir Covid koppseting stavar frá eitrandi Nano bitlum og eitrandi Spike proteinum! Tí SKAL ein Covid koppsettur aveitrast! Far til síðuna "SPIKE AVEITRAN", har fremsta óhefta serfrøðin hevur gjørt protokollir fyri hvussu tað kann fremjast!

    IVERMECTIN COULD BE A POWERFUL DRUG FOR FIGHTING CANCER


    Here’s Why!

    Different from many conventional cancer therapies, Ivermectin kills cancer cells by enhancing immune response.


    Ivermectin has shown some degree of anti-cancer effect in every cancer type it has been tested on, Dr. Ruddy said.

    Dr. Dueñas-González’s research has shown that at least 26 different cancer cell lines, including prostate, kidney, esophageal, breast, ovarian, lungs, glioblastoma, stomach, colon, liver, lymphoma, uterus, pancreas, and bladder, respond to Ivermectin in laboratory studies.

    ANGUS DALGLEISH

    Krabbamein eftir

    Covid koppseting

    ANGUS DALGLEISH

    Slóðbrótandi

    Koppingarevni

    ANGUS DALGLEISH

    Ræðandi krabbameinsvøkstur

    ANGUS DALGLEISH

    Ræðandi

    yvirdeyðstíttleiki

    ANGUS DALGLEISH

    Steðgið

    við boostarum!

    unsplash