Fyrst og fremst, ger ongum skaða!
Lat mat tín vera tín heilivág
- og tín heilivág vera mat tín!
Størsti fíggindin hjá vitan er ikki fáfongd, men gyklið um at halda seg vita! Stephen Hawking
IKKI KOPPSETT BØRN
HAVA BESTU HEILSUNA AV ØLLUM ALT LÍVSSKEIÐIÐ
Størri Peer-Review kanning staðfestir, tað vit annars vita frá øðrum kanningum, umframt frá Amish fólkinum í USA, at børn sum ongantíð hava fingið eina koppseting, hava ikki kroniskar- og deyðiligar sjúkur sum vaksin.
Víst verður m.a. til hjartasjúkur, diabetes, krabbamein, menningartarn og autismu.
Somuleiðis er staðfest, at børnini hava ikki ADHD, astma, epilepsi, ovurviðkvæmi og lyndi til ovurfiti.
Kanningin varð upprunaliga kunngjørd av International Journal of Vaccine Research, men hvarv haðani, - hví man so vera? Hon er annars at finna her IJVTPR.
Sí eisini síðuna BØRN - BARNAKOPPSETING TÆNIR IKKI BARNINUM
BROT ÚR SØGUNI KOPPSETING FYRI MESLINGAR
CDC hagtøl vísa, at talið av teimum sum eru deyð av sjúkuni Meslingar í tíðarskeiðnum 1900 til 1963 er follið við 98%. Í 1963 varð byrjað at koppseta fyri Meslingar. Tískil er koppsetingin ikki orsøk til fallið, so sum mangan verður borið fram. Samstundis vísa hagtøluni, at deyðstíttleikin var 1:500.000.
Merck hevur marknarført Meslingar/MFR-koppingarevnið við skeivari vørulýsing, følskum dygdum, umframt at hava fingið góðkenning við rangsnúgvaðum dátum.
MFR-koppingarevnið er staðfest at vera til stóran vanda fyri barnið! Áður doyðu 1:500.000 av sjúkuni, nú fáa 1:36 autismu av barnakoppsetingum, og 6. hvørt barn stríðist við eina nervafrøðiliga sjúku.
Heilsuverkið rennur ørindir fyri Heilivágsídnaðin, og eingin verjur barnið, gera foreldur tað ikki!
MMR = MFR og stendur fyri: Measles/Meslingar, Mumps/Fárasjúka, Rubella/Reydlingar
Hvat kann úrslitið gerast um tú koppsetur barn títt? - Tað krevur Sundhedsloven at tín lækni kunnar teg um áðrenn kopseting.
Esaias 41:13
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: "Óttast ikki! Eg hjálpi tær!"
Heilivágur er eitt persónligt TILVAL, síðsti útvegur, og ikki eitt FRÀVAL!
hippocrates@hippocrates.fo